Lýsing
Lýsing
Lýsing
Onkuntíð arbeiðir tað almenna skjótt. Tað gingu bert seks dagar - fýra verkadagar - frá tí, at forstjórin bað um at fáa setanarskeið sítt longt til tað var avgreitt av Turid Arge, aðalstjóra. | Mynd: Norðlýsið hevur sett saman.

Stjórasetan avgreidd upp á fýra verkadagar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2023 - 14:10 Tíðindi

Tað tók aðalstjóranum í Heilsumálaráðnum bert fýra verkadagar í november í fjør at leingja setanarskeiðið hjá forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum við trimum árum. Dagin eftir bleiv løgtingsval útskrivað.

Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum hevði bert sitið í gott 3 av 5 árum av setanarskeiðnum, tá Steinar Eirikstoft mikudagin tann 2. november 2022 søkti Heilsumálaráðið um at leingja sína stjórasetan við trimum árum. Í umsóknini grundgevur Steinar fyri ynskinum við at vísa á, at ein vansi við, “at fólk byrja at síggja ein enda á mínari setanartíð, er, at eg missi mín leiðsluliga og organisatoriska autoritet, tí starvsfólk vita, at onkur annar kemur at taka við um ikki so langa tíð”.

Umsóknin frá Steinari Eirikstofti um at leingja stjórasetanina við trimum árum.

Formliga letur sáttmálin hjá forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum upp fyri møguleikanum, at setanarskeiðið kann longjast við trimum árum, um báðir partar ynskja tað. Hetta er vanligt í samband við tíðaravmarkaðar stjórasetanir í tí almenna.

Meira imponerandi er tað tó, at tað tók Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, bert fýra verkadagar at viðgera og avgreiða umbønina frá forstjóranum. Hann fekk játtandi svar longu fyrrapartin týsdagin tann 8. november 2022. Havast skal í huga, at talan er um eitt tað best lønta stjórastarvi í almenna geiranum við eini mánaðarløn á umleið 90.000 krónur um mánaðin íroknað pensjón.

Stutta játtandi svarið frá Heilsumálaráðnum upp á umsóknina um at leingja setanarskeiðið við trimum árum.

Í Sjúkrahúsverkinum starvast yvir 1000 starvsfólk innan nógvar ymiskar fakbólkar. Norðlýsið hevur biðið um alment innlit í allar fundarfrásøgnir, telefonnotatir ella líknandi í sambandi við viðgerðina av longjanina av stjórasáttmálanum. Her var onki tilfar at geva innlit í. Sostatt hevur aðalstjórin í Heilsumálaráðnum avgreitt longjanina av stjórasetanini upp á nakrar fáar dagar uttan yvirhøvur at spyrja seg fyri í starvsfólkahópinum í Sjúkrahúsverkinum.

Tann 9. november 2022 skrivaði løgmaður út val at vera til løgtingið tann 8. desember 2022. Eftir at løgtingsval er útskrivað, kann heilsumálaráðharrin ikki taka týðandi politiskar ella fyrisitingarligar avgerðir. Sostatt var tað eisini í tøkum tíma, at Turid Arge avgreiddi leingjanina, um tað ikki skuldi ganga eini tveir mánaðir aftrat.

Trivnaðarkanning: Leiðslan er ov lítið sjónlig

Um Heilsumálaráðið hevði havt spurt seg fyri hjá starvsfólkunum í sjúkrahúsverkinum, høvdu tey helst fingið okkurt at hugsað um. Tí hósdagin tann 3. november 2022 sendi leiðslan í Sjúkrahúsverkinum eina skrivliga kunning til starvsfólkini um úrslitini av eini umfatandi trivnaðarkanning, ið var gjørd á sumri 2022.

Her er eitt brot úr kunningini frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum sent starvsfólkunum tann 3. november 2022:

Sjúkrahúsleiðslan fær atfinningar

Í trivnaðarkanningini høvdu starvsfólk møguleika at siga sína hugsan um sjúkrahúsleiðslurnar, og samanumtikið kunnu vit staðfesta, at her eru viðurskiftir, ið vit mugu arbeiða miðvíst við og betra um.

Millum annað gevur kanningin ábendingar um, at vit á summum virkisøkjum eru ov lítið sjónlig og ikki duga nóg væl at greiða frá strategiini og teimum avgerðum, sum verða tiknar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag