Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heiðursveður aftur í dag í Norðoyggjum | Mynd: Rógvi Justesen

Norðoyastevnuveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.06.2023 - 13:31 Tíðindi Veðrið

Forsøgnin fyri vikuskiftið er góð.

Føroyar ligga einar 2/300 fjórðingar frá miðjuni á hátrýstinum, og tí er veðrið so gott á okkara leiðum. Bláur himmal, bert eitt lítið lot og turt. 

Sambært forsøgnunum fer veðrið at halda fram í nakrar dagar afturat.  

Av heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroyar lesa vit um veðrið um vikuskiftið:

Leygardagur:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 6 m/s, samdrigið og turt. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina niður í 7 stig.  

Sunnudagur:

Frískt lot til frískan vind vestan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft við sól ella sólglottum. Hitin um dagin 9 til 14 stig, um náttina niður í 8 stig.

Eitt máttmikið hátrýst liggur sunnan fyri Ísland. Í øllum økinum úr Íslandi ímoti Suðurgrønlandi og allan vegin til Evropa og norður til Miðnoreg er klárt og gott veður við lítlum vindi og so at siga ongum avfalli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará