Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsynningur og vestan eru góðar ættir í Klaksvík. Forsøgnin fyri næstu nógvu dagarnar sær gott út. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.06.2023 - 12:55 Tíðindi Veðrið

Nokkso hugaligt at hyggja eftir veðurkortum í hesum døgum. Eisini fyri næstu 5 dagarnar og fyri næsta vikuskiftið, fyri ikki at siga líka til miðskeiðis í næstu viku. Men tá er óvissan sjálvandi stór, og forsøgnin takast við fyrivarni.

Byrjandi við hvar há- og lágtrýst liggja, og hvønn vegin tey ganga, so liggja vit undir einum hátrýsti fyrin tíðina. Tá er vanliga gott veður við lítlum vindi og ongum ella næstan ongum avfalli, og skýloftið skiftandi ella klárt.

Soleiðis hevur tað verið næstan í eina heila viku, og veðurkortini siga frá sama veðri næstu 8 ella 10 dagarnar.

Rundan um eitt hátrýst melur luftin við klokkuni, og eftirsum at miðjan á hátrýstinum er sunnan fyri Føroyar, kemur lotið til okkara vestaneftir. Ikki av beinum vestri alla tíðina, men eisini av útsynningi viðhvørt.

Miðjan á hátrýstinum var á middegi í dag ímillum Skotland og Føroyar. Gott veður er á allari leiðini. Kort: Metoffice.gov.uk

Mikudagin fer hann at mala av ymsum ættum; hósdagin og nakrar dagar fram fer ættin at liggja millum útsynning og sunnan.

Ongantíð nógvur vindur, mesta vindferðin alla vikuna fer at liggja um 8 m/s – tað er tað vit kalla eitt frískt lot.

Í dag er lot til frískt lot vestan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Skiftandi skýloft við sól av og á. Í nátt minkar hann vindin niður í lot vestan, undir 6 m/s. Skýggjað og í støðum támut, møguliga regn ella sirm av og á. Hitin í dag verður millum 9 og 13 stig, í nátt niður í 8 stig.

Í morgin, týsdagin, er aftur lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, stundum við sól, men eisini sirm av og á. Í støðum verða mjørkalíkindir, serliga um náttina. Hitin verður millum 8 og 13 stig, um náttina niður í 6 til 9 stig.

Í ovurmorgin, mikudagur, er framvegis lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, men út út á seinnapartin fer hann at mala av ymsum ættum. Skiftandi skýloft, stundum við sól, men eisini sirm av og á. Í støðum verða mjørkalíkindir, serliga um náttina. Hitin verður millum 8 og 12 stig, um náttina niður í 7 stig.

Hósdagin skulu vi vænta lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Skiftandi skýloft við nakað av sól, men eisini mjørki í støðum, serliga um náttina. Hitin verður millum 9 og 12 stig, um náttina niður í 6 til 9 stig.

Fríggjadagin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft við nakað av sól, men eisini tám ella mjørki í støðum, serliga um náttina. Hitin verður millum 9 og 13 stig, um náttina niður í 8 stig.

Í vikuskiftinum fer veðrið at vera nakað tað sum fríggjadagin, men eftirsum óvissan er so stór, so bíða vit við tí í nakrar dagar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…