Lýsing
Lýsing
Lýsing

Country Festivalurin 2023 verður í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.06.2023 - 11:38 Mentan Tíðindaskriv

Hetta er 10’indi Country Festivalurin sum sær dagsljós í Føroyum.

 

 

Sjálvt um Sørvágs Country Festivalurin fór av bakkastokki í gjár, við tiltøkum til tey eldru, so byrjarar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag við Bassafestivalinum til tey smáu. Fríggjakvøld og leygarkvøld framføra høvuðsnøvnini til ársins festival.

Fríggjakvøld kl. 2200 framførir Chad Brock á Dunga Palli, við egnum løgum og eisini við Meira væl kendum cover løgum vit øll kennast aftur við.

Leygarkvøldið verður tað Buddy Jewell úr Nashville, ið framførir á Dunga Palli kl. 2200. Buddy hevur fingið stóra viðurkenning fyri sín countrytónleik í USA. Við  Grammy tilnevningum og heitinum "Ársins undirhaldari" í Country Gospel Music hevur Amerika av álvara tikið Buddy til sín sum yndis sangara og sangskrivara.

Hóast útlendsk nøvn, skrivar Country Festivalurin í tíðindaskrivið, at festivalurin er fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll eru spent at sleppa at spæla tónleik til festivalar aftur. Millum annað verða Hallur Joensen, Magni Christiansen, Kristina Bærendsen, Tinganest, Blátt Gras og fleiri at hoyra í Sørvági í vikuskiftinum, sum øll á sínum serstaka hátt fara framføra við góðum og frískum countrytónleiki.

Í alt verða 2 nøvn úr USA og heili 14 lokal føroysk nøvn at hitta á ársins Country Festivali í ár.

Eisini verður skipa fyri busskoyring til Tórshavn, hvørja nátt kl. 03.00.

Sí heimasíðuna hjá Country Festivalinum www.country.fo fyri meira kunning, skrá og atgongumerki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur er nú á odda
Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men ta…
Minningarorð um Otto hjá Sámal úr Lorvík
Myndarøð: KÍ - B36 2-1
KÍ gjørdi nokk til at vinna trý stig
Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin
Kirkju­konsertir við Ari, Kamillu og Biri…
Upptakt: KÍ-B36
Urbanus á Kallinum
Nøglin: Dronumyndir­nar eru óbrúkiligar
Anru gjørt ein roktúr
Eingin kappróður leygar­dagin á jóansøku
Prógvhandan skip­satstøðarar 2025
Javnaðar­flokku­rin vil tryggja vælferð­ina…
Skúlin er liðugur
Sum at byggja við LEGO
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning