Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður vassar longur og longur út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2023 - 15:33 Politikkur Tíðindi Vinna

Í gjár var løgmaður fyri 3. ferð í Kringvarpinum og bar skeivleikar fram, hesa ferð í Breddanum. Hann segði, at orsøkin til skeivu tølini fyrstu ferð var, at hann hevði brúkt 2021 heldur enn 2022. Norðlýsið hevur tosað við Símin Paula Sivertsen, stjóra á Bergfrost Cold Store í Fuglafirði, og hann undrast á, at heimaarbeiðið hjá Føroya Landsstýri skal vera so illa gjørt. Tí veruligu tølini vísa eina nærum støðuga niðurgongd av russiskum virksemi.

Í Breddanum í gjár viðgekk løgmaður, at hann ikki sá á tølunum, hvat ár tey vóru fyri. Orðarætt segði løgmaður “Eg hugsaði ikki ordiligt um tað, og spurdi heldur ikki inn til tað, tí tey tølini frá 2021, sum eg hevði hjá mær, helt eg kanska var ’22-tøl.”

So kann ein kanska siga, at tað krevur sín mann at viðganga, at hóast man skal eitast fyri at hava arbeitt við onkrum í 5 mánaðir, kortini ikki kennir til tølini frá í fjør, og eiheldur er vitandi um, hvønn veg tey fara. Men tað er ein rein anakronisma at pástanda, og heldur ikki heilt rætt, at 2021-tølini góvu ábendingar tann vegin, sum løgmaður sigur.

Norðlýsið hevur verið í sambandi við Símun Paula Sivertsen, stjóra á Bergfrosti, og hann hevur útvegað okkum tølini og talvurnar:

 

 

Hyggja vit at lossing millum russisk skip í føroyskum havnum, so var tað í hæddini í 2017 við 372.721.030 kilo. Tað minkar niður á 346 tús. tons í 2018, kvinkar eitt vet upp til 350 tús.tons. í 2019 og minkar so støðugt niðureftir til 312 tús. tons. í 2021 og 252 tús. tons í 2022. Altso hvørki í 2022 ella 2021 sæst nakað til tað uppgangandi virksemið, sum løgmaður nevnir, tá tað kemur til umskipan.

 

 

Hyggja vit at lossing í land er at kalla sama myndin. Tað virksemið er í hæddini í 2017 við 373 tús. tonsum og niður á 279 tús. tons í 2022. Har er gamaní eitt vet kvinkað upp í 2021, men heildarmyndin vísir á niðureftirgangandi virksemi síðani 2017. Og tað vetið, tað kvinkar upp í 2021, er áðrenn innrásina í Ukraina og kann tí sjálvsagt ikki verða ávirkað av tiltøkum í sambandi við hana.

Eitt av afturvendandi og tyngst-vigandi argumentunum hjá løgmanni hevur verið, at virksemið í føroyskum havnum er økt, tí m.a. Ísland hevur stongt sínar havnir fyri russiskum skipum, og at Føroyar vóru ávegis til at gerast ein “hub” fyri russar, tí onnur lond ikki vildu hava teir. Her er tað púra meiningsleyst, at løgmaður brúkar 2021, tí íslendski havnarstongsulin, eins og teir hjá øðrum londum, vórðu ikki settir í gildi fyrrenn í 2022. Og tølini fyri 2022 vísa tað øvuta av nakrari tilgongd at gerast “hub”.

Føroya fólk og ikki minst tey fólk og fyritøkur í Føroyum, ið verða rakt av tiltøkunum, hava uppiborið og mugu nú vóna, at Landsstýrið tekur annað skinn um bak og ger greiningararbeiðið av nýggjum, meðan Løgtingið er í summarfrí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch