Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ísrael útnevnt Svenning av Lofti til ísraelskan heiðurskonsul í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2023 - 18:55 Tíðindi

Í dag tann 27. juni 2023, útnevndi ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, Svenning av Lofti til heiðurskonsul Ísraels í Føroyum.

 

 

Hátíðarløta fór fram á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Sendiharrin ynskti Svenning av Lofti til lukku við tilnevningini, við ynskjum um framhaldandi gott samstarv millum londini bæði.

Svenning hevur halgað ein part av tíð síni at menna sambandið millum Føroyar og Ísrael. Í meiri enn 45 ár hevur hann tosað og kunnað Ísrael.

Svenning hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977 og hevur ferðast hagar umleið fimti ferðir.

Svenning var við til at stovna Vinafelagið Føroyar Ísrael, har hann í fleiri ár var nevndarlimur og formaður.

Í mai 2007 varð Svenning heiðraður av ísraelska Ferðamálaráðnum, fyri tá at hava ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.

Dagurin í dag er ikki bara søguligur fyri Føroyar, men eisini søguligur fyri ísraelsku sendistovuna.

Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan útnevnir ein heiðurskonsul. Hetta staðfestir góða vinalagið og samstarvið millum Ísrael og Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum