Lýsing
Lýsing
Lýsing

Telja ferðafólk á Hálsi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.07.2023 - 15:18 Tíðindaskriv

Tøkniliga framkomnir teljarar eru settir upp við fýra væl umtókt ferðamál kring landið. Endamálið er at fáa innlit í núverandi ferðafólkastreym, og hvussu talið av gongufólkum sveiggjar gjøgnum ár og árstíðir.

 

 

Í londunum kring okkum vita tey til dømis, at oman fyri 130 túsund fólk árliga vitja Ben Nevis, hægsta fjallið í Skotlandi, og at 82.500 fólk gingu til serliga náttúrufyribrigdi Trolltunga í Norra í 2022. Her í Føroyum noyðast vit mestsum bara at fyrihalda okkum til metingar og gitingar. Tí verður tað áhugavert at fáa ítøkilig hagtøl um, hvussu nógv ferðafólk vitja nøkur av okkara mest umtóktu náttúruferðamálum. Tað er menningardeildin hjá Visit Faroe Islands, sum hevur bílagt teir fýra teljararnar, og í fyrstu atløgu vera teir settir upp við bygdagøtuna millum Havn og Kirkjubø, og á veg til Hvannhaga, Klakk og Slættaratind. Hesir eru bílagdir í sambandi við árliga Closed for Maintenance-átakið í vár og settir upp í samstarvi við Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunu.

Teljarin skrásetur, tá ein gongur millum steyrarnar, og mátar eisini tíðina á degnum, tá ið gingið verður. Ætlanin er at tulka tølini saman við veðurupplýsingum, soleiðis at vit betri skilja sambandið millum veðrið, árstíðir og ferðavinnu. At fáa eitt betri innlit í núverandi støðu og rák framyvir kann hjálpa okkum at menna ferðavinnu meira skynsamt og í tráð við umhvørvisvernd og ynskjum frá borgarum og vinnu.

Visit Faroe Islands fer at kunngera tølini, tá ið hægsta ferðatíðin er av, í heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum