Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyggjar við í vinnuferðavinnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2023 - 17:45 Mentan Tíðindi Vinna

Vinnuferðavinna snýr seg um fyritøkur, feløg og stovnar sum td. velja at leggja sínar ráðstevnur í Føroyum. Hesar ráðstevnur eru vaksandi, um vit hugsa burtur fra korona sum legði alt lami í nøkur ár. Stórt arbeiði hevur verið lagt í seinastu 10 árini at menna vinnuferðavinnu og nú verður Norðoyggjar eisini partur av hesari menning.

 

Føroyar eru sera áhugaverdar fyri nógvar útlendskar fyritøkur tí her finnur tú bæði serfrøði innan ymisk økir, serstøku náttúruna sum setir eyka dámin á upplivingina og góðar ráðstevnukarmar.

Fyri stuttum hevði Visit Norðoy vitjan av umboðum fá ICCA sum er tann størsti felagsskapurin fyri ráðstevnuútbjóðarir  og umboðum frá Visit Faroe Islands sum komu at hyggja eftir møguleikanum í Norðoyggjum. ICCA. Sum áðurnevnt,  er tann størsti felagsskapurin fyri ráðastevnuútbjóðarir og gevur atgongd til ein stóran marknað fyri altjóða felagskapir sum skipa fyri ráðstevnum og kann hetta gera nógvar ringar í sjónum í framtíðini. Tey vóru sera væl nøgd við góðu karmarnar vit hava at bjóða í Norðoyggjum  og tað bar við sær at Visit Norðoy saman við Klaksvíkar Kommunu verður vertur fyri einum døgurða í mentanarhúsinum í Klaksvík fyri 120 fólkum tann 12. sept.

Við mentanarhúsinum  og  nýggja hotellinum fyri framman fara vit at fáa sera góðar møguleikar at hýsa ráðstevnum og ráðstevnugestum framyvir. Og við stórslignu náttúruni vit hava í Norðoyggjum er tað upplagt at skipa fyri útferðum runt um í Norðoyggjum fyri ráðstevnugestum sigur stjórin á Visit Norðoy, Theresa Turiðardótir Kreutzmann

Visit Norðoy fer at luttaka á ráðstevnuni sum ICCA skipar fyri og vit síggja stórar møguleikar í at byggja eina nýggja vinnu upp í Norðoyggjum sigur stjórin á Visit Norðoy, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum