Lýsing
Lýsing
Lýsing

So fór Dassi um deyðans gátt

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  14.07.2023 - 23:54 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

 

 

Fyrr í ár eru menn um mín aldur deyðir, sum eg á ymsan hátt havi sett prís uppá í lívinum. Herfyri fór Jóan Hendrik, sum var ein av mínum bestu vinmonnum, og nakað um somu tíð komu deyðsboðini av Thorstein Thorgeirsson, sum vit kallaðu Dassa. Hann var millum teir fyrstu næmingarnar, sum gingu á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, og tað var har, eg kom at kenna hann.

 

Dassi var eitt sindur eldri enn, og sjálvt um vit báðir vuksu upp í Klaksvík, so minnist eg lítið til hansara, áðrenn hann byrjaði á Fiskivinnuskúlanum í 1990. Kanska ikki so løgið, tí hann sigldi við langfarafiskiskipum frá heilt ungum árum.

 

Hann sigldi við línuskipinum Borgaranum í fleiri ár, og so løgið tað ljóðar, so segði hann seg onkuntíð sakna teir longu túrarnar heimanífrá. Tá hann í 1971 fylti 17 ár, sigldi hann við tá nýggja Sjúrðarbergi hjá Kjølbro, og hann mintist, at kokkurin hevði gjørt honum lagkøku at feira dagin. Hann sigldi eisini sum fastur lastarmaður saman við Aksel hjá Holgar í Búðunum við línuskipinum Borðoyarnesi á saltfiskaveiðu. Tær vaktirnar kundu verða langar, tá nógv var at fáa, segði hann mær onkuntíð. Dassi sigldi eisini við øðrum skipum.

 

Eg ivist ikki í, at tað kropsliga harða arbeiði við føroyskum fiskiskipum tá í tíðini, hevur slitið ryggin á mongum manni, og eg haldi meg minnast, at Dassi kom á Fiskivinnuskúlan, tí hann hevði fingið trupulleikar við rygginum. Tó vildi hann sleppa at halda fram at arbeiða innan fiskivinnuna á ein hátt, sum ikki kravdi so nógva kropsliga styrki.

 

Tí søkti hann inn á Fiskivinnuskúlan, har útbúgving afturat hansara drúgvu royndum á sjónum, kundu skaffa honum arbeiði, sum gav meining fyri hann. Hann byrjaði á skúlanum á sumri í 1990, sum var annað árið, vit tóku næmingar inn á skúlan. Frammanundan hevði hann tikið kokkaskeið í Klaksvík í 1972.

 

Eg undirvísti sjálvur flokkinum hjá Dassa í fakinum, sum æt fiskivinna, og tað var týðiligt, at tað var fakið, sum hevði hansara størsta áhuga á skúlanum. Við sínum nógvu royndum á sjónum var hann eisini góður stuðul hjá mær í undirvísingini, serliga tá tað snúði seg um arbeiðsgongdir og handfaring av fiski og reiðskapi umborð á skipi. Dassi fekk prógv á Fiskivinnuskúlanum á sumri í 1992 saman við 11 øðrum næmingum. Tá stóð heitið “Fiskivinnutøkningur” í próvnum.

 

Sjálvt um fíggjarkreppan var komin í hæddina, tá Dassi hevði fingið prógv, so skrivaði hann seinni til mín, at hann hevði ongantíð havt trupult við at fáa arbeiði, sum settu krøv til útbúgving og praktiskar royndir. M.a. hevði hann starvast sum formaður á Roykivirkinum í Klaksvík í eini 10 ár. Eitt skifti var hann eygleiðari fyri landsstýrið við einum japanskum skipi, sum royndarfiskaði eftir tunfiski undir Føroyum, og hann hevði eisini siglt sum fabriksformaður við russiskum trolarum. Dassi segði seg hava verið glaðan fyri tíðina á skúlanum og hava havt stórt gagn av útbúgvingini. Tað var eg sjálvsagt fegin um at frætta.

 

Í 2010 flutti Dassi niður til Randers í Jyllandi at búgva. Tá var hann fyritíðarpensjoneraður, og eftir tað hevði hann ikki lønandi arbeiði. Har segði hann seg hava ein góða íbúð og at trívast væl. Dassi var 69 ára gamal, nú hann doyði.

 

Eg havi djúpa samkenslu við tykkum, sum hava mist, og tit skulu verða fullvís í, at eg setti stóran prís uppá Dassa bæði sum næming og sum menniskja.

 

Jákup Andreasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður