Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Klakkstein áttati

SKRIVAÐ: Svágur og fyrrverandi granni  |  16.07.2023 - 12:30 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag 16. juli fyllir Jógvan Fróðin Klakkstein áttati ár.

 

Tølini siga at hann er borin undir seinna heimsbardaga tá hurrandi hernaðarflogfør herjaðu heimstaðin. Bumbubrestir vórðu atvoldin til, at húskið noyddist at flyta úr Vági yvir á Heygar at vera hjá skyldfólki eina tíð. Jógvan er tískil føddur í útlegd á Heygum. Hetta er ikki eindømi um barnsferð í útlegd á hásumri. Søgn er at Hanus bóndi í Innistovu í Vági var borin í heim í Ritudali um ólavsøkumundið 1705. Ritudalur er vestantil í Vágshaga, har fólk leitaðu sær skjól, tá tey í ræðslu flýddu undan fremmandum ránsmonnum. Enn sæst farvegur av toftunum í Ritudali.

Sum flestu vágsdreingir fór Jógvan at venja og leika við KÍ. Tað var undir leiðslu John Reids at hann vann føroyameistaraskapin í dreingjadeildini 1959. Eisini vardi hann málið hjá 1. liði nøkur av gyltu sekstiárunum og var partur av stolta og sigursvanda 66 liðnum. Tann mest hendingaríka dystin leikti hann norðoyastevnudag 1968 móti B36. Hetta mundi vera ein av teimum fáu ferðunum at pápin, Heini í Vági, fór á plenuna. Pápin varð sendur, við boðum úr Havn, at biðja málmannin kvika sær suður eftir dystarlok, tí konan hevði fingið verkir – hon skuldi føða barn á Dronning Alexandrines Hospital, sum tað nevndist tá í tíðini. Jógvan leikti sín seinasta dyst á 1. liði móti danska divisjónsliðnum B1909 úr Odense. Tað var í juli 1970.

Jógvan er av kvikastu vágsmonnum. Hann var við til at reka og rætta bæði summar og heyst hjá skyldfólkum í Innistovu. Honum dámdi best at møta fyrstur og at ganga fremstur, tí átti hann ódnina í erva við besta útsýninum. Tað kom fyri at tey, fjallmenn og kvinnur, noyddust at taka uttanrætta og til tað var Jógvan góður – treystur og treiskur, ágrýtin og álítandi.

Eftir loknan fólkaskúla gekk hann á Svendborg Sømandshøjskole. Hann mynstraði umborð á Karin K  sum deksdrongur á sumri 1961. Hesin fyrsti túrurin vardi 13 mánaðir og 20 dagar.
Á sumri 1965 skifti hann reiðarí og fór at sigla við donskum skipum úti í stóru verð. Drúgvasta siglingsskeiðið vardi 15 mánaðir og 25 dagar frá mai 1966 til september 1967.
At kontraktirnar hjá sjófólki eru broyttar og bøttar kann Jógvan vátta, hann sigldi og var burtur heimanífrá seks fylgjandi jólahøgtíðir.

Tá ið Jógvan hevði fingið siglingstíðina fór hann upp á sjómansskúla. Hann giftist Elsebeth Sofíu Jacobsen á Varpinum, tey vórðu hjúnavígd í prestagarðinum á Ziskatrøð 9. mars 1968. Tey settu búgv í Havn, fyrst á Hetlandsvegnum, síðan eitt stutt skifti í Brøttulíð og síðsta árið í Havn búleikaðust tey Yviri við Strond. Hetta er um sama mundið sum sonurin Hans verður føddur. Skúlaárini í Havn koyrdi hann á motorsúkklu. Eini MZ 150. Væl dámdi honum at koyra langar túrar í frítíðini, ílatin jakka og í leðurhandskum fór hann væl hýrdur vestur um Velbastaðháls at kaga vestur í hav og til Kirkjubøar at skoða Múrin.    

Tey fluttu til Espergærde á Norðursælandi. Jógvan fór at sigla við reiðarínum Dansk Esso, har starvaðist hann í 15 ár. Triðja árið í Danmark verður yngri sonurin Andreas føddur.
Eitt stutt skeið miðskeiðis í sjeytiárunum sigldi Jógvan við Norðvíkingi, heimahoyrandi á Glyvrum, og miðskeiðis í áttatiárunum sigldi hann hjá reiðarínum Global Chemical Tankers, hann førdi kemikaliutangaskipið Cape Island, sum var skrásett í Klaksvík. Sostatt endaði hann sína siglingssøgu har hann byrjaði. Familjan flutti aftur til Klaksvíkar.

Miðskeiðis í áttatiárunum gjørdist hann havnarmeistari hjá Klaksvíkar havn, har hann starvaðist fram til pensjónsaldur. Tó slepti hann ikki endanum. Eru boð eftir honum er hann fúsur at taka fatt við kaikantin.

Føðingardagin eru tey stødd uttanlands.

Til lukku við degnum og takk fyri gott grannalag.

                                                                                                

Svágur og fyrrverandi granni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður