Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrismaðurin vitjar Elduvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2023 - 11:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ferðamannaskipið National Geographic Explorer kom inn á Elduvík í seinastu viku. Í hesum sambandi vitjaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Elduvík.

 

 

Orsøkin til vitjanina er, at í Runavíkar kommunu hava tey lagt seg eftir, at royna øðrvísi hættir at skipa móttøku av ferðamannaskipum. Í nøkur ár hava tey ment ein leist, har hvør cruisevitjan verður fyriskipað av einum cruisetoymi, ið er samansett av Runavíkar Havn, Visit Runavík og bygdafólkinum. Í felag hava tey ment eina burðardygga vøru til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum. Hugsanarhátturin er at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. “Vit leggja okkum eftir at verða sosial burðadygg  og tað er sera týdningarmikið at trivnaður og nøgdsemi er á breddanum, tá ið vit skipa ferðavinnu,” sigur Marjun Niclasen frá Visit Runavík.

Í Elduvík fekk Landsstýrismaðurin orð á lokala cruisetoymið og fekk innlit í veitingar og ymsu tilboðini sum heild. Harumframt var høvi til eitt prát við ferðafólk og samstarvspartarnar Tor Shipping og MB tours.  “Vit royndu hendan nýggja leistin í Elduvík fyri trimum árum síðani, og reiðaríini vilja fegin gjalda fyri serstaka upplivingarpakkan, ið vit bjóða” leggur Rannvá Troest, cruiseumboð hjá Runavíkar Havn afturat.

Umframt at øll ferðafólkini hava goldið fyri vitjanina í Elduvík, áðrenn tey koma í land, brúka tey fitt av peningi at keypa í handlinum, ið er settur upp í sambandi við vitjanina. Tilboðið at koma inn á Elduvík, við smábátum frá ferðamannaskipum, er forkunnugt og tað sleppa bert trý skip til Elduvíkar um árið. “Arbeitt verður støðugt við at menna líknandi nýskapandi loysnir til allar havnirnar, ið taka ímóti ferðamannaskipum í Runavíkar kommunu” endar Rannvá Troest við.

Í ár vitja 17 ferðamannaskip í Runavíkar havn, ávíkavist 13 í Runavík, 3 í Elduvík og 1 í Funningi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum