Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eisini ein hjartans tøkk til vinnulívið og øll tykkum sjálvbodnu, sum stuðla tiltakinum. | Mynd: Dávur Winther

Vælkomuheilsan hjá borgarstjóranum á Sjómannadegnum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  20.08.2023 - 08:21 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Enn einaferð vísa tit stóra vælvild, sum er til gagns fyri okkara bý, ja alt Føroya land.

Her niðanfyri verður røðan hjá borgarstjóranum, Karl Johansen, endurgivin:

Góðan morgun øll somul!

Sum borgarstjóri hesi seinastu skjótt trý árini havi eg havt tað fornemmu uppgávu at bjóða vælkomin til nógv ymisk høvi.

Fyri meg er hendan heilsanin á Føroya Sjómannadegi nakað serligt, tí hetta fantastiska tiltakið vekir m.a. nógv minnir frá eini tíð, har alt var øðrvísi.

Dagarnar upp til Føroya Sjómannadag hugsi eg nógv um øll tey fólkini, sum hava havt ein týðandi leiklut í mínum tilknýti til sjóvinnuna.

Martin í Søldafirði, Absalon Johannesen, Levi hjá Dáva, Frits á Háenni og Palli hjá Mariannu eiga allir ein lut í mínum lívsins skúla.

Eg var 16 ára gamal, tá eg fór yvir á Flemish Kap. Eg má siga, at hendan fyrsta upplivingin umborð á Pison saktans kundi fingið meg at runnið ýlandi avstað. Men so varð ikki. Hvørki hjá mær ella øðrum dreingjum, sum vóru við hendan túrin. Nakrir vóru enntá 1 og 2 ár yngri enn eg. 

Tað er onki at ivast í, at hesir garpar eg nevndi hava givið mær og øðrum unglingum eina góða barlast, og fyri meg, upplivingar, sum alt lívið hava staðið ómetaliga fastar í minninum. 

At vit hava havt undangongumenn, sum hava tikið ungar mans undir veingirnar, kann ikki gerast upp í virði.

Nógv verður tosað um virðið í sjónum, og á fiskivinnutinginum mikukvøldið varð enn einaferð tosað um, hvussu vit fáa økt virðið við at menna fleiri vørur úr tilfeinginum. Eitt stórt evni, sum eg ikki skal viðgera nærri her.

MEN!

Eg havi hug at siga, at menning er so nógv.

Í nógv ár hevur húkurin eyðkent Klaksvíkar kommunu. Húkurin hevur verið í alskyns lýsingum og er blivið eitt “brand” fyri býin, sum øll eru góð við.

Ja, eg haldi líka so góðir sum allir føroyingar eru við KÍ, líka so góðir eru allir føroyingar við húkin

Kópakonan í Mikladali er eitt annað dømi.

Fleiri 1000 fólk úr øllum heiminum velja júst Norðoyggjar, sum ferðamál, tí tey ynskja at síggja og hoyra søgnina um Kópakonuna.

Aðrar standmyndir í býnum, sum Kvinnan við róðrinum, Kavarin á Hellisenda og Maðurin við línustampi eru eisini dømi um, hvussu eitt gott hugskot fyri nærum 20 árum síðani, hevur ment seg og skapt ferðavinnuupplivingar, tí at tað er júst Føroya Sjómannadagur, saman við vinnulívinum, ið hevur latið hesar standmyndir í gávu. 

Hesar knýta seg allar til havið og siga hvør í sínum lag eina søgu, sum knýtir seg til ein siðaarv.

Ein arv, sum Føroya Sjómannadagur øll hesi árini hevur ment, og sum við árunum er blivið til Føroya størsta familjutiltak.

Nógvar eldsálir hava myndað Føroya Sjómannadag øll hesi árini.

Í 2005 fekk eg eina uppringing frá Niclas Hera Jákupsson. Hann greiddi mær frá tí, sum seinni bleiv til Føroya Sjómannadag, og spurdi um hetta kundi lata seg gera? Jú, tað helt eg mátti kunna bera til í samstarvi við myndugleikar annars so sum Klaksvíkar kommunu.

Niclas Heri fór síðan beina kós inn í býráðið at tosa við táverandi borgarstjóra, Steinbjørn O. Jacobsen, um hugskotið, sum skjótt aftaná varð ment saman við Olivur Joensen og øðrum sterkum vinnulívsfólkum. 

Ein teirra var Karl Birgir Isaksen, sáli.

Tað var í heyst, at tey tungu boð bórust um, at KBI var farin um sýn.

Karl Birgir hevur lagt ómetaliga nógvar týðandi varar eftir seg. Ein var hansara leiklutur í hesum tiltakinum.

Karl Birgir hevði nógvar dygdir, men eitt sum eg haldi sermerkti hann, var hansara førleiki at hugsa allar uppgávur, sum týðandi uppgávur.

Hann viðurkendi hvørja ta einastu uppgávu. Lítil sum stór.

Øll fingu rós fyri sítt íkast, og gávumildur var hann sum fáur. Tað veit eg frá fleiri, sum kanska ikki sjálvi hava hildið sín leiklut verið so stóran.

Æra verður minnið um nógv saknaða Karl Birgir Isaksen.

Olivur Joensen og John Willian Joensen, sum eisini hava myndað Føroya Sjómannadag øll hesi árini, takka nú eisini fyri seg í sínum leikluti.

Til tykkum skal ljóða ein hjartans tøkk fyri tykkara stóra arbeiði øll hesi árini.

Eg fari at enda við at ynskja nýggju nevndini blíðan byr við arbeiðinum og takka tykkum fyri drívmegi og hegni, sum tit longu hava víst.

Við góðum grundarlagi hava tit enn einaferð megna at skapa eitt stórsligið tiltak, sum styrkir tilknýtið til sjóvinnuna.

Hjartans takk fyri, at tit leggja so nógva tíð og orku í at skapa eitt tiltak fyri øll, sum enntá er púra ókeypis fyri okkum, sum vitja.

Eisini ein hjartans tøkk til vinnulívið og øll tykkum sjálvbodnu, sum stuðla tiltakinum.

Enn einaferð vísa tit stóra vælvild, sum er til gagns fyri okkara bý, ja alt Føroya land.

Eg vil enda við at biðja Harran, sum øllum ræður, halt tína varðveitandi hond yvir sjófólki okkara, teimum fátæku, sjúku og sorgarbundnu og teimum, sum ongan góðan eiga - Ja, ver Tú hjá okkum øllum.

Góðu tit øll, fyriskiparar, stuðlar, gestir, sjómenn og landkrabbar.

Hjartaliga vælkomin til Føroya sjómannadag í Klaksvík!

Takk fyri!

Karl Johansen, borgarstjóri

Sí eisini Sjómannadagurin í myndum
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen