Fyrstu ferð play-off dystur í Føroyum
Ongantíð áður hevur ein altjóða dystur so seint í kappingini fyri feløg verið í Føroyum sum tað verður í morgin.
Hóskvøldið verður ein av størstu dystunum í føroyskari fótbóltssøgu leiktur á Tórsvølli. Talan er um play-off dyst um at sleppa í Europa League bólkaspælið. Taparin fer í Conference League bólkaspælið. Munurin millum Europa League og Conference League er m.a., at tað eru betri lið í Europa League, at tað eru fleiri pengar í Europa League og at nr. 3 í bólkinum í Europa League dettur niður í Conference League, meðan tað í Conference League er neyðugt at enda í topp 2 fyri at koma víðari úr bólkinum. Hyggja vit eftir, hvørji lið væntast at spæla í Europa League, so kunnu nevnast Brighton, Liverpool, West Ham, Roma, Ajax, Villarreal, Leverkusen, Atalanta, PSV og Marseille. Í Conference League eru færri slík stórfeløg, men har væntast at blíva (skulu vinna play-off dystirnar fyrst) Aston Villa, Frankfurt, Fiorentina og Lille.
Hetta er fyrstu ferð, at ein play-off dystur er í Føroyum. Einaferð áður hevur eitt føroyskt lið spælt play-off. Tað var undir serligu umstøðunum í 2020, tá korona gjørdi, at KÍ bara skuldi vinna ein heimadyst fyri at koma í play-off. Lutakastið har gjørdi, at KÍ trekti útivøll í play-off móti Dundalk. Tað var eisini play-off til Europa League. Tá var hvørt umfar bara ein dystur vegna serligu umstøðurnar við koronu.
KÍ-Sheriff spæla hóskvøldið kl. 19.45.