Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnis um Hannu og Sámal Jákup

SKRIVAÐ: Sólfríð  |  28.08.2023 - 22:47 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

 

Havi verið nakrar túrar í Ísrael saman við Svenningi á Lofti, sum allir hava verið sera gevandi og áhugaverdir. Í 2007 vóru eg, maðurin, ein dóttir, maður hennara og yngsti sonurin Jósef, sum tá var 10 ára gamal, í Ísrael. Tá komu vit at kenna Hannu og Sámal Jákup, og gjørdist hetta eitt vinarband fyri lívið. Hann hevði fingið ferðina í 70 ára føðingardagsgávu frá børnunum.

 

Tað fyrsta, eg legði merki til við Sámal Jákup, var, hvussu forelskaður hann var í konuni. Hann kom yvir til mín og peikaði á eina konu og segði: “Tú, hatta er kona mín; heldur tú ikki, at hon er snøgg og ber seg væl?”.

Ein dagin, vit vóru busstúr, vóru vit nøkur, ið á vegnum heim vildu sleppa av í miðbýnum í Jerusalem. Men Jósef hevði hug at sleppa heim á hotellið. Eg spurdi Hannu og Sámal Jákup, um tey kundu hava eyguni við honum. Sigast má, at eftir hetta høvdu tey bæði eygu og hjarta við eftir honum restina av lívinum. Fyri hann, sum onga ommu og ongan abba átti, gjørdust tey omman og abbin í Klaksvík. Hvørji jól hevur hann fingið jólagávu, og hvønn føðingardag eru tey komin at vitja, og nú Jósef og Durita skulu fáa teirra fyrsta barn í desembur, var Hanna longu byrjað at binda og gleða seg til langommubarnið.

Tað, ið serliga fer at sita eftir um tey bæði, er, hvussu sera góð tey vóru við hvønn annan. Hóast sera ymisk - hann so sera bráður, hon so still og rólig - harmoneraðu tey so ótrúliga væl. Jósef vitjaði Hannu síðst í juli mánaða, tá fortaldi hon honum, at abbin legði seg ongantíð at sova, uttan at hann tók í hondina á henni og segði: “Eg elski teg góða”; hon svaraði: “eg elski eisini teg”. Tá hann vaknaði um morgnarnar, var tað fyrsta, hann segði: “Eg elski teg góða”.

Í januar 2022 misti Hanna Sámal Jákup. Saknurin var øgiligur! Sum tað stendur í sálminum hjá Grundtvig:

 

So tungt tað er, tá ið skiljast skal

hjá teim, sum fegin í fylgi vóru,

men lov Guð fái, í himnasal

vit møta teimum, sum undan fóru.

 

Hjá tykkum øllum í familjuni má tað kennast sera svárt, nú bæði eru farin, og heimið gjørdist tómt. Jesus veri hjá tykkum øllum. Takk fyri tíðina.

Sólfríð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Lýsing