Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kalsoyingar stúra fyri verri tænastu

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  31.08.2023 - 01:14 Lesarabrøv Tíðindi

Sera nógv fólk vóru møtt í bygdarhúsinum á Húsum, tá Strandfaraskip Landsins (SSL) í vikuni kunnaði um nýggja bíleggingarskipan á kalsoyarleiðini. Á fundinum kom fram, at kalsoyingar stúra fyri einari verri tænastu við nýggju bíleggingarskipanini.

 

 

Sera nógv fólk vóru møtt í bygdarhúsinum á Húsum mikukvøldið 30. august, tá strandferðslustjórin, Niels Juul Arge við fylgi, var komin norður at greiða kalsoyingum frá nýggju bíleggingarskipanini, sum longu er galdandi nú Erla Kongsdóttir “røkir” kalsoyarleiðina í tíðarskeiðnum Sam er á beding, og sum ætlanin er seta í verk, tá Sam fer aftur í sigling.

 

Ynsktu at greiða frá og at hoyra, hvørji ynskir kalsingar høvdu.

Endamálið við fundinum var sambært SSL at greiða frá bíleggingarskipanini, at hoyra meiningina hjá kalsoyingum um skipanina og at fáa uppskot um møguligar tillagingar í bíleggingarskipanini í mun til tað, sum SSL legði fram.

 

Kalsoyingar stúra fyri verri tænastu við bíleggingarskipan.

Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at kalsoyingar stúra fyri einari verri tænastu við nýggju bíleggingarskipanini. Serliga um hon ikki verður tillagað eftir ynskinum hjá kalsoyingum.

Stórsta orsøkin til stúranina er, at oyggjabúgvar, sum er hava tryggja fimm pláss til bilar allar túrar við Sam. Tað ger at oyggjafólk so at siga altíð sleppa við bili í og av oynni. Fólk í oynni eru sera fegin skipanina, sum er ein fyritreyt fyri búlíkindum, tí so at siga øll ørindi mugu gerast í Klaksvík ella aðrastaðni í landinum. Hetta kemst av, at eitt nú eingin handil, bensinstøð, læknaviðtala, ella tannlækni eru í oynni.

Kalsingar vóru á tí einum máli um, at talan var um risa afturstig fyri tænastustøðið, um skipanin við tryggjaðu plássunum ikki slapp at halda fram.

Annað sjónarmið var harumframt, at tøk pláss átti at vera til oyggjabúgvar, fyrst og fremst, men eisini aðrar føroyingar við tilknýtið til oynna, ið ikki ferðast í bili.

Orsøkin til ynski er, at ferðafólkatalið í Kalsoynna er sera nógv vaksið hesi seinastu árini, og at vandin fyri at standa eftir á bryggjuni, tá ferjan loysir bara økist, so hvørt ferðafólkastreymurin veksur.

 

Lovaðu at lurta eftir ynskinum frá kalsoyingum.

Tá tikið varð samanum lívliga og fjøllmenta fundin, lovaðu umboðini fyri SSL, at tey fóru at taka ynskini hjá kalsoyingum við í skjáttina um Kalsoyarfjørð og suður aftur til Suðuroyar, har tey óiva fara at arbeiða víðari við bíleggingarskipanini, hóast lunkaðu undirtøkuna frá kalsoyingum.

Ynskið var í minsta lagi at tillaga skipanina soleiðis, at kalsoyingar ikki fáa eina verri tænastu, um hon verður sett í verk umborð á Sam eisini.

Oyggjafólk vóru samd um, at einhvør broyting á kalsoyarleiðini átti at betra um tænastuna og ikki øvugt.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður vitjar Kalsoynna

Umframt drúgvu viðgerðina av bíleggingarskipanini, kom eisini fram á fundinum, at Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum vitjar Kalsoynna í komandi viku, hósdagin 7. september. Tá verður aftur skipað fyri fundi um samferðsluviðurskiftini, har landsstýrismaðurin fer at leggja sínar ætlanir fram, og at hoyra oyggjafólk.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi