Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sannleikans heyst er í hondum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2023 - 14:50 Ítrottur Leiðarin Politikkur

Júst sum flaggskipið í føroyskum fótbólti ikki tykist hava tað lætt við at umstilla seg frá at liggja aftarlaga á vølli úti í Europa til at liggja frammarlaga á vølli í heimligu landskappingini, var tað heldur ikki lætt at umstilla seg frá tí framúrskarandi Norðfestivalinum á Viðareiði og til kalda gerandisdagin aftur. Hetta sera væleydnaða tiltakið verður sjálvandi endurtikið komandi ár, og krossur er longu settur í kalendaran 31. august 2024. 

 

 

Nátatíðin er eisini byrjað, og fer helst at merkja ein september mánað við nógvari tøku av havhesti. Nógv er at fáa, hoyrist, og tað er kærkomið hjá húsarhaldunum kring landið at fáa ein ókeypis bita, sum er fingin til vega í reinu føroysku náttúruni, serliga nú prísirnir á flogfenaði v.m. í handlunum eru nógv hækkaðir.  

Júst farna vikuskifti reisti KÍ seg aftur eftir tvey tap og tveir javnleikir – eitt europeiskt og eitt føroyskt av hvørjum – og vann aftur í landskappingini. Men her var ongin uppvísningsfótbóltur yvirhøvur; tvørturímóti var tað uppá eitt hangandi hár, at skorað varð í yvirtíðini av yvirtíðini í einum annars jøvnum dysti móti EB/Streymi. Hetta kann vísa seg at vera ein avgerandi sigur í kappingini um at endurvinna føroyska meistaraheitið. Og júst FM-heitið er millum teir sannleikar, heystið fer at vísa. Her hava vit góðar vónir og nakað at hava vónirnar í. 

Men hetta fram til jóla er eisini ein landspolitiskur veruleiki at fyrihalda seg til. Tað er ein stórur spurningur, um tað fer at eydnast samgonguni at fáa fíggjarlógina fyri 2024 ígjøgnum. Samgongan er í skrivandi stund kroyst frá øllum síðum um at halda síni vallyfti. Loysingar-veljarar krevja, at lyftið um blokkniðurskurð verður hildið. Alment láglønt krevja, at lyftið um lønarlyft verður hildið. Flestøll á arbeiðsmarknaðinum krevja, at lyftið um stytta arbeiðsviku verður hildið. Suðuroyggin krevur, at lyftið um Suðuroyartunnil verður hildið. Og ymiskir áhugabólkar krevja, at fiskiveiðisáttmálin við Russland ikki verður longdur. 

Spurnarrundan, sum Sosialurin hevði um síðstnevnda, avdúkaði, at tingfólkini í samgonguni hava fingið munnkurv. Ongin teirra vildi svara, um tey ynsktu ein fiskiveiðisáttmála við Russland aftur í 2024. Men skjótt fer ikki at bera til at tiga longur, tí sáttmálin skal endurforhandlast og síðani góðtakast ella vrakast av Løgtinginum. Tá verða tingfólk noydd at bekenna kulør, og vit vita longu, at ikki øll í samgonguni eru fyri at steðga samstarvinum. 

Talan verður um stórar útreiðsluøkingar, samstundis sum stórar inntøkur verða strikaðar, og tí er sannlíkt, at bylgjurnar fara at ganga høgt í politisku telvingunum undir fíggjarlógarviðgerðini. Tað verður heilt einfalt púra ógjørligt fyri samgonguna at halda øll síni vallyfti, og tað verður onkur, sum má lúta og vera við sviðið soð. Samgongan er noydd at raðfesta, og tað fer at verða onkur, ið er við sviðið soð. Men hvør? Tað fáa vit at síggja í heyst. 

Tað verður tí meira enn nokk fyri 4. statsvaldið, herundir Norðlýsið, at fylgja við í í heyst. Vit fara at hava sjóneykuna á KÍ og teirra europeiska ævintýri, og fylgja við spenningi við í, og fara at avdúka so hvørt, hvørji vallyfti hjá samgonguni verða hildin og ikki. Og hvør veit? Mestur verður okkurt innslagið um nátar eisini at finna í blaðnum í heyst.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…
Skonnartin Polo KG 141
Kristian tosar við Svein Rógva um hondbó…
Tvær ungar kvinnur og ein barna­heimur
"Teir sjey lestrar­nir" - Gudstænasta í C…
Harrapoddu­rin: Nýggjur partur úti
Næmingar spældu fyri fullum húsi
Gullbrúdleyp - Anna og Ásmund
Jólatræið á Norðoyri
Jólatræið í Ánunum
Stóra jóla­blaðið í gerð
Familju­pakkin  - ein tvingandi neyðug lo…
Jólatræið í Ánunum og á Norðoyri
Jólalig stuðuls­konsert í Varpinum
Klaksvíkar Talvfelag tvey umboð til NM
Nes kommuna fær kommunu­stjóra frá 1. jan…