Lýsing
Lýsing
Lýsing

Plássbílegging fyri akfør og ferðafólk á Sam á Kalsoyarleiðini

SKRIVAÐ: Strandfaraskip Landsins  |  12.09.2023 - 09:19 Tíðindaskriv

Í morgun fór Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, eftir at hava verið tríggjar vikur á beding til árligt eftirlit. Tá ið Erla Kongsdóttir og Sildberin avloystu Sam, varð plássbíleggingarskipanin sett í verk. Skipanin heldur nú áfram umborð á Sam og fevnir umframt um ferðafólk nú eisini um akfør.

 

 

Umboð fyri Strandferðsluna hava tvær ferðir seinastu vikurnar verið á kunnandi fundi og borgarafundi í Kalsoynni og umrøtt tørv, sjónarmið og meiningar um farleiðina. Á borgarafundinum í síðstu viku kunnaði landsstýrismaðurin eisini kalsoyingar um, at bygging av nýggjum skipi fer í gongd í 2025.

Ferðafólkastreymurin til Kalsoynna er vaksin sera nógv seinastu árini, og tí gjørdi Strandferðslan fyri nøkrum árum síðani av at seta fimm bilapláss fast av til tey fastbúgvandi. Skipanin við fimm bilaplássum
heldur áfram. Eisini verða 30 pláss fast sett av til tey fastbúgvandi. Restin av plássunum verða løgd út í plássileggingarskipanina. Verða ikki øll plássini bíløgd til ein túr, verða tey seld øðrum, um eftirspurningur er. Sam tekur íalt 115 ferðafólk og 12 persónbilar.

Enn sum áður fara tey fastbúgvandi at nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. Strandferðslan hevur eisini bjóðað umboðum fyri staðbundnu nevndunum í ein eftirmetingarbólk. Kunning og upplýsing um leið 56-Klaksvík-Syðradalur sæst á www.ssl.fo og verður eisini send umvegis sms-skipanina.

Plássbíleggingarskipanin fer eisini at verða sett í verk á hinum sjóvegis farleiðunum hjá SSL.

“Tað hevur víst seg, at við plássbílegging gerst planleggingin av ferðingini munin smidligari og lættari fyri bæði tey fastbúgvandi, onnur ferðafólk eins og manning”, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum