Armslongd … hjá einum tyrannosauri?
Landssjúkrahúsið má sigast at hava gjørt kvettið við at fáa sín varastjóra sum landsstýrisfólk í heilsumálum. Í dag fekk hon eitt tilmæli frá sínum stjóra, sínum varastjóra við læknafakligari ábyrgd, egna ráðgeva í Heilsumálaráðnum, tveimum umboðum fyri Fróðskaparsetrið, einum fyri Suðuroyar Sjúkrahús og ongum (null) fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og hesi mæla henni millum annað til at gera sjúkrahúsverkið til eina løgfrøðiliga eind.
Hevði hetta gingið í einum øðrum landi? At man bara kann fara í farloyvi frá sínum arbeiðsplássi, yvir um vegin og taka ímóti tilmælum frá arbeiðsbólki, sum sama arbeiðspláss er yvirumboðað í og mælir til at geva í arbeiðsplássinum betri sømdir, uppstigan og økta játtan, takka fyri tilmælið og siga seg fara beint í gongd við at akta tað? Og so, tá valskeiðið er av, valsa beint yvir um vegin aftur í sama arbeiðspláss, sum man hevur arbeitt fyri at geva betri sømdir og har njóta gott av teimum?
Eitur onki armslongd longur?
Álitið ger, sum vera man, nógv burturúr at gera tey 3 sjúkrahúsini (les: 2 av teimum) til ein trupulleika ella “avbjóðing”, sum tey kalla tað, og álitið halgar fleiri síður til tað. Og uppskriftin? “Besta loysnin hevði verið at skipa alt Sjúkrahúsverkið í eina løgfrøðiliga eind.” Sama rilla sum túsund ferðir fyrr. Vilt tú hava 100% vissu fyri, at tín arbeiðsbólkur fer at mæla til sentralisering, so skalt tú samanseta hann soleiðis, at meirilutin av limunum býr í Havn. Tað slær ongantíð falska mentu, heldur ikki hesa ferð. Tann klokkan er sligin, tá bólkurin verður útnevndur.
Miseydnast tað, sum lukkutíð so mangan áður, so er Plan B, “at í sambandi við heilsugransking og undirvísing/útbúgving er felags rakstur fyri Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús”. Hvør skal siga, “Fáa vit ikki alt hesa ferð, so taka vit tað í bitum”.
Við at lesa álitið varnast ein skjótt, at alt ikki hongur saman í tí. Á síðu 21 stendur eitt nú:
“Í løtuni er tað so, at øll trý sjúkrahúsini í Sjúkrahúsverkinum eru góðkend sum undirvísingarstað fyri sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar. Tó er tað soleiðis, at bert Landssjúkrahúsið er góðkent sum undirvísingarstað fyri læknar. Hetta kann verða ein avbjóðing, tá ið talan er um at fyrireika sjúkrahúsini í Klaksvík og Suðuroy til undirvísingarsjúkrahús.”, meðan á síðu 26 og 27 stendur:
“tær heilsufakligu útbúgvingar, ið longu eru í Føroyum, kunnu gera Sjúkrahúsverkið skikkað til at gerast universitetssjúkrahús” (s. 26) og “Tað er ikki ein treyt fyri at stovnseta universitetssjúkrahús, at sjúkrahúsið hevur eina læknaútbúgving” (s. 27).
Hví er tað tá ein avbjóðing at fyrireika sjúkrahúsini í Klaksvík og Suðuroy til undirvísingarsjúkrahús? Tey eru longu góðkend undirvísingarstøð og onki krav er um at útbúgva læknar fyri at gerast undirvísingarsjúkrahús ella universitetssjúkrahús. Her tykist tað, sum um onkur bara fegin vil gera smáu sjúkrahúsini til ein trupulleika.
Man skuldi als ikki trúð, at sitandi samgonguflokkar eru teir somu, sum síðsta valskeið róptu upp um armslongd í sambandi við táverandi mentamálaráðharra og eina filmsverkætlan. Hvar eru tey rópini nú, tá armslongdin er vorðin uppaftur styttri, og tað á einum munandi meira týðandi øki?