Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hálvir sannleikar eru heilar lygnir - Margit Stórá !!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.09.2023 - 08:49 Leiðarin Politikkur

Tað er óhugnaligt, at Margit Stóra torir at koma við einum so manipulerandi almennum svari um at “lata felags sjúkrahúsleiðsluna fáa frið at virka“ bert fáar dagar eftir, at hon hevur biðið um og fingið eitt tilmæli frá arbeiðsbólki uttan eittans umboð fyri KS, sum bart út mælir til endaliga niðurleggjng av KS! Er einki mark fyri hesum skipaða ágangi úr høvuðsstaðnum?!

 

 

Ófrættakenda herferðin frá bindiklubbanum millum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið heldur fram, nú við einum tilmæli frá einum arbeiðsbólki, ið, burtur sæð frá einum hentum varaleiðara á Suðuroyar Sjúkrahúsi, bert er mannaður við fólki lokalt í Havn. Kortini dittar hesin arbeiðsbólkur sær, við stjóranum á LS sum dirigenti, at mæla til niðurlegging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið hann so handar varastjóranum á LS, sum í løtuni er í farloyvi, tí hon er landsstýriskvinna á økinum!!

Hóskvøldið í farnu viku gjørdi útvarpið hjá almenna Kringvarpi Føroya sera nógv burtur úr tilmælinum frá lokala arbeiðsbólkinum í Havn, sum veruliga hevur gjørt sær ómak at útgreina, at skal tað bera til at fáa eitt universitetssjúkrahús í Havn, so mugu og skulu Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús missa allan identitet, sum ger tey til sjúkrahús.

Tað liggur hesum fólkum frá LS, Setrinum og Heilsumálaráðnum, sum manna henda lokala arbeiðsbólk, ógvuliga tungt á hjarta, at skal nakað sum helst bera til at gera í Havn, so mugu Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús:

 

(1) Missa sína sjálvstøðugu játtan á løgtingsins fíggjarlóg

(2) Missa síni sjálvstøðugu cvr-nummur

(3) Missa sína støðu sum sjálvstøðug sjúkrahús

 

Hetta sigur altso ein arbeiðsbólkur um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum als ikki er umboðað í hesum sama arbeiðsbólki.

Tað kann ikki annað enn fella í eyguni, at ein so lokalur arbeiðsbólkur í Havn kann vera so framligur og ósmæðin at koma við tilmæli um at niðurleggja júst hesi bæði væl virkandi sjúkrahús.

Henda svikagerð svarar til, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu saman við øðrum lokalum umboðum í Havn varð valdur í ein arbeiðsbólk, sum síðan alment handaði landsstýriskvinnuni í kommunumálum eitt tilmæli um at niðurleggja Klaksvíkar kommunu og Tvøroyrar kommunu, hóast hvørki borgarstjórin í Klaksvík ella á Tvøroyri vóru við í arbeiðsbólkinum!!

Men hóast henda himmalrópandi órætt so nervar tað als ikki Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at taka ímóti tilmælinum um niðurlegging av KS og SS við einum stórum smíli!

Ja, hon er enntá so framlig at leypa á Norðlýsið við ákærandi yvirskriftini: “Lat felags sjúkrahúsleiðsluna fáa frið at virka”, hóadt hon júst hevur hildið stjóran fyri KS heilt uttan fyri ávirkan á eitt tilmæli um at niðurleggja KS!! Er einki mark?!

Hetta vekir aftur sterka harm og stóru undran okkara um, at tað í einum rættarsamfelag sum Føroyar skal lata seg gera, at ein varastjóri á Landssjúkrahúsinum, meðan hon er í hesum starvi (farloyvi), kann virka sum landsstýrisfólk í heilsumálum, har hon skal taka støðu til nakað so grundleggjandi og altavgerandi sum at taka burtur og sentralisera sjálvan identitetin hjá hinum báðum sjúkrahúsunum.

Hvussu ber tað til, at vit hava eitt land og ein høvuðsstað, ið er so lokalbedøvaður, at hann ikki eingong sær hendan bjálkan í egnum eygum, men ignorerar og enntá forsvarar henda risastóra og grundaða iva um gegnið hjá einum landsstýrisfólki?!!

Tíverri tykist Norðlýsið vera einasti miðil, ið bæði torir og vil avdúka og viðgera henda rotinskap.

Hvussu leingi skal hetta sentralistiska sirkus sleppa at halda fram, uttan at tað fær avleiðingar?!!

Hvar eru okkara lokalu landspolitikarar?!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður