Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gadus í Barentshavinum. Hendan myndin kann gerast søgulig, nú Landsstýrið sigur seg arbeiða (spakuliga) við einum scenario, har 45-ára gamla avtalan um Barentshavið kann detta niðurfyri. Manningarnar liva í óvissu. | Mynd: jn.fo

Ferðin í Tinganesi má setast upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2023 - 10:19 Leiðarin Politikkur Vinna

Á nýggjárinum kunnu fleiri hundrað størv í føroysku fiskivinnuni og alivinnuni vera burtur. Hvørki fiskimenninir í Barentshavinum ella starvsfólkini á virkinum hjá Bakkafrosti vita, um tey eru keypt ella seld. Lagnan hjá teimum liggur í hondunum á Føroya Landsstýri, sum liggur og damlar niðri í einum nógv lægri geari enn vinnan.

 

 

Fiskimálaráðharrin Dennis Holm er framvegis í eini politiskari tilgongd um, hvørt Føroyar skulu samráðast við Russland um nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2024. Men hann undirstrikar yvirfyri Kringvarpinum, at tey fyrireika seg uppá, hvat skal gerast, um samstarvið “av onkrari orsøk dettur niðurfyri”, og til “at fiskiveiðisamráðingarnar ikki bera á mál”. Ikki so heilt lítið týðir uppá, at brýrnar longu eru brendar.

Hendan defaitistiska útmeldingin er sjálvandi ikki góð tíðindi fyri tey mongu føroysku húsarhaldini, sum hava sítt livibreyð í Barentshavinum í dag. Vit skulu fyrireika okkum uppá, at slagið er tapt, longu áðrenn tað er byrjað. Tað skaðar sjálvandi ikki at hava eina Plan B, men tað ljóðar nærmast á landsstýrismanninum, sum at tapið er Plan A. Uppaftur verri er, at vinnan og húsarhaldini verða hildin í eini bíðistøðu og eini óvissu. Kanska Føroyar fara til samráðingar, kanska ikki. Og um avgerðin so verður, at farið verður til samráðingar, ja, so skulu vit ikki vænta, at nakað spyrst burturúr. Kanska tað ger, kanska ikki.

Samstundis (sama dag) hoyra vit, at tað helst verður neyðugt at siga 400 fólkum upp á Bakkafrosti á Glyvrum. Hetta tí virkið ikki er kappingarført við nýggju tøkugjøldunum hjá Landsstýrinum. Stjórin á Bakkafrosti greiðir frá, at á Laksatorginum í summar læt vinnumálaráðharrin Høgni Hoydal upp fyri, at tað fór at bera til at áseta gjaldið í samsvari við langtíðarsáttmálarnar, ið verða gjørdir, umframt at tøkugjøldini møguliga verða regulerað. Men hóast skjótt 2 mánaðir eru lidnir, so er onki nýtt hent, og nú er so langt útliðið, at tað er um at vera ov seint.

Svarið frá vinnumálaráðharranum er tað sama sum frá fiskimálaráðharranum: “Málið verður viðgjørt politiskt í løtuni”.

Um tað er ein maktdemonstratión ella hvat, sum ger, at politiska skipanin og miðfyrisitingin nokta at fara upp í tempo, tá tað er neyðugt, kann ein bara gita um. Tá man spyr, fær man ikki annað svar, enn at tað verður viðgjørt í løtuni. Men í øllum førum er tað stak óheppið, at tað annars so effektiva vinnulívið í Føroyum skal vera fjøtrað av, at hjólini í Tinganesi mala so spakuliga, sum tey gera. Serliga tá lagnan hjá so mongum føroyskum familjum er tengd at vinnulívinum.

Um tað var gjørligt, so hevði tað Landsstýrið uttan iva flutt 1. januar til einaferð langt inn í 2024. Men tá tað nú ikki letur seg gera, noyðast miðfyrisitingin og politikararnir at seta ferðina upp, so tey fylgja við ferðini á samfelagshjólunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…