Lýsing
Lýsing
Heystfrítíð er, og flestu børnini hava frí
Ymisk tiltøk verða hjá børnunum at fara til í heystfrítíðini sum vit fara at lýsa við næstu dagarnar. So nú er at fylgja væl við á síðuni hjá Visit Norðoy
Tað fyrsta á skrá verður mánadagin 9 oktober, har brandbilurin og sjúkrabilurin fara at vísa børnunum hvussu teir síggja út innan.
Hevur títt barn altíð ynskt at síggja hesi áhugaverdu akfør heilt tætt uppá, er tað nú tit hava møguleikan til at síggja og hoyra nærri.
Mánadagin 9 oktober kl. 13-15, standa brandbilurin og sjúkrabilurin uttanfyri Sløkkiliðstøðina í Klaksvík.
Vit síggjast!
Seinastu tíðindini
