Lýsing
Lýsing
Lýsing
Christian í Grótinum, Norðborg og Gadus liggja við kai í Ánunum.

Útflutningsvirðir fyri 800 milliónir í vanda

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.10.2023 - 16:10 Tíðindi

Nú Russland hóttir við innflutningsbanni mótvegis føroyskum fiskavørum, standa uppisjóvarvirkir og uppisjóvarskip til at fáa ein dyggan smeit. Síðstu 12 mánaðirnar útfluttu Føroyar fyri yvir 800 milliónir krónur av pelagiskum fiskavørum til Russlands.

Síðstu vikurnar hava manningarnar við Akrabergi úr Fuglafirði, Emerald og Enniberg úr Tórshavn umframt Sjúrðabergi og Gadusi úr Klaksvík hildið ondini, tí løgmaður hevur stríðst fyri at sleppa at slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum. Livibreyðið hjá áleið 250 fiskimonnum og familjum teirra er í vanda. 

Nú mugu manningarnar við teim pelagisku skipunum heimahoyrandi í øllum landinum eisini halda ondini. Tí nú hóttir russiska stjórnin við mótátøkum sum aftursvar upp á havnarstongsulin fyrr í summar. Ætlanin er at banna fiskainnflutningi úr Føroyum. Hetta fer serliga at raka uppisjóvarflotan og uppisjóvarskipini, tá tað serliga eru pelagisku fiskasløgini, sum framvegis verða seld til russiska marknaðin.

Hetta kann gerast ein serliga dyggur smeitur, nú vertíðin er í hondum. Sostatt er serliga virksemi hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði ávirkað, umframt uppisjóvarskipini kunnu vænta munandi lægri prís fyri fiskin. Sambært fyritøkunum er ógjørligt at finna aðrar marknaðir, sum geva nær námind sama prís fyri makrel og sild. 

Embætismannabólkurin hjá Landsstýrinum vildi annars í loyniligu frágreiðingini fyrr í summar vera við, at tað ongar avleiðingar fór at fáa, um føroysku myndugleikarnir stongdu havnirnar fyri russisku fiskiskipunum. Hetta endurgóvu bæði Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen úr frágreiðingini á tiltikna tíðindafundinum á Viðareiði. Men har bleiv jú so nógv ósatt sagt á tí fundinum. 

Ítøkiliga vísir uppgerðin hjá Hagstovuni, at pelagiski fiskaútflutningurin síðstu 12 mánaðirnar fram til august í ár var yvir 800 milliónir krónur. Nærum helmingurin av øllum pelagiska útflutninginum fór til Russlands í hesum tíðarskeiðnum. Størra helvtin av sildaútflutninginum (63%) og minna helvtin av makrelútflutninginum (43%) fór til Russlands. 

Gongdin í pelagiska útflutninginum til Russlands síðstu 12 árini. Í milliónum krónum og í prosent av samlaða pelagiska útflutninginum. Kelda: Hagstova Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch