Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jarðir hevur loysnina í samband við skipaða hagagongd

SKRIVAÐ: Finn Danberg, stjóri Jarðir  |  31.10.2023 - 02:59 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Í samband við málið um gongd í haga, hava bæði Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag, umvegis smápartafelagið ”Jarðir” arbeitt miðvíst við at finna eina nøktandi loysn.

 

 

Málið um gongd í haga er í veruleikanum ikki nakað stórt og umfatandi mál, men heldur hinvegin, er talan um ein politiskan klassikara, har vinnugreinar av øllum alvi nýta orku til at grugga veruleikan, við tí fyri eyga, at fáa mest møguligt burturúr.

At almenna partafelagið Visit Faroe Islands, verður stjórna av einari nevnd, sum er samansett av teim stórstu ferðavinnuaktørunum í Føroyum eina – er eisini ein óheppin samanseting í hesum samanhanginum metir Jarðir. Sjálvandi vilja hesir nevndarlimir arbeiða fyri sín geira heldur enn nakra almannagagnliga loysn.

Aftaná óteljandi fundir kom so ”Jarðir” við einum boð uppá eina loysn, men eisini her verður alt burturvíst og niðurgjørt.

Fakta er, at ”Jarðir” er tann einasti, sum hevur eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu man skipar gongd í haga uppá ein skynsaman og burðardyggan hátt.

”Jarðir” hevur lagt seg eftir at fáa eina føroyska loysn og er talan um eina skipan frá Sona / Føroya Tele.

Hinvegin er Føroya Tele undir politiskum trýsti, soleiðis at teir ikki tora at íverkseta hesa skynsomu effektivu skipan í gongd – tí aftur her – eru tað fólk í skipanini, sum ikki vilja hava nakra loysn uttan so at hon tænir einum ávísum geira og ikki fjøldini.

Sum kunnugt, hava jarðareigarar og fyrisitarar arbeitt við einari ítøkiligari loysn, sum skipar hagagongd á skynsaman hátt, har hædd verður tikið fyri náttúrðuni, umhvørvinum, seyðahaldi og hagarøkt, ferðavinnu og ikki minst, rættin hjá føroyingum at njóta náttúrðuna. Harafturat tekur loysnin atlit til lokal umhvørvið soleiðis, at tá ið talan er um vinnuliga ferðavinnu, fella inntøkurnar lokalt, soleiðis at møguleikin til at menna tænastur kring alt landi. Hetta er eisini í tráð við politikkin hjá Atlantic og SSL.

Nógv er eisini ført fram um eitt nú gjaldsskipan og fráboðanarskipan, men Jarðir kallar sína skipan eina kunningarskipan, har kunna verður um hvørjar tænastur kunnu bíleggjast, hvørjar treytir og reglur eru galdandi. Sostatt skilir hendan skipanin millum vinnuligan aktivitet og frítíðaraktivitet hjá tí vanliga føroyinginum.

Ynskja vit skipaði viðurskiftir, má kunning til soleiðis at tað kann verða til gagns fyri øll og allar partar.  

Loysnin hjá Jarðir er ein 100% føroysk loysn við føroyskari tøkni og føroyskari servitan. Harafturat er hon 100% fíggja, tvs. at hetta kostar landskassanum ikki eina krónu.

 

Les meira her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum