Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jarðarferðar-stemningur á Glyvrum, nú 140 fólk í portiónsframleiðsluni á Bakkafrosti í dag hava fingið at vita, at teirra seinasti arbeiðsdagur verður 31. desember 2023. Orsøkin er tøkugjøldini hjá samgonguni | Mynd: kvf.fo

Samgongan ofrar 140 starvsfólk fyri tøkugjald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2023 - 20:57 Leiðarin Politikkur Vinna

Bakkafrost kennir seg noytt at siga 140 fólkum, ið annars hava framleitt liðugtvørur á virkinum á Glyvrum, úr starvi. Portiónsframleiðslan minkar niður í minni enn helvtina av tí, hon var í ár. Orsøkin er serliga tøkugjøldini hjá samgonguni, ið gera, at framleiðslan ikki longur er kappingarfør. Hóast Føroya Landsstýri 3 ferðir hevur sagt seg koma við eini loysn, er tey ikki komin við nakrari.

 

 

Í tíðindaskrivinum frá alifyritøkuni stendur: “Sum Bakkafrost áður hevur víst á, er nýggja tøkugjaldið í Føroyum ein dyggur smeitur fyri liðugvøruframleiðsluna, sum orsakað av broytingunum fyrr í ár, verður meira váðafull. Orsakað av hesum, minka vit munandi um liðugvøruframleiðsluna komandi ár. Hetta sæst aftur við at vit fyri komandi ár bert hava gjørt avtalur um liðugvørur svarandi til 9% av tøkuni, ið er minni enn helvtin av teimum 22% vit høvdu gjørt avtalu um somu tíð í fjør.”

Fyri starvsfólkini á virkinum á Glyvrum hevur tað ítøkiliga merkt, at helmingurin av starvsfólkunum, ið hava arbeitt við portiónsframleiðslu, ikki hava nakað arbeið  longur. Emily á Reynatrøð, ið er álitisfólk og starvsfólkaumboð fyri tey á leið 400 fólkini, ið hava tikist við portiónsframleiðslu, sigur við eyp.fo, at kvøldvaktin er farin til hús, og einans dagvaktin er eftir. Rávøran kemur í minni mun, pakkitilfar fer at mangla, og onki nýtt verður keypt inn til portiónsframleiðsluna.

Emily sigur somuleiðis, at tey hava roynt at tosa við politikarar, men at ”eingin samgongupolitikari vil lurta”. Andstøðuflokkurin Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fram, men tað kemur ov seint, eisini hóast tað skuldi verið samtykt, hvat ikki er serliga sannlíkt. Uppskotið gongur í stuttum út uppá at seta eitt loft á fyri aldan laks, ið verður nýttur til víðari framleiðslu, áljóðandi 7,5%.

Nýggja skipanin við progressivum tøkugjøldum, ið eru  knýtt at laksaprísinum á spottmarknaðinum, ger portiónsframleiðsluna ov váðafulla fyri Bakkafrost, tí hon ikki er kappingarfør longur, sigur Bakkafrost. Sambandsflokkurin sigur, at nýggi tøkugjaldsstigin, sum Løgtingið samtykti í mai í ár, er ein forðing fyri, at laksaúrdráttir verða meirvirkaðir, og tí er neyðugt at broyta lógina. Men lógin er ikki broytt, og nú koma avleiðingarnar.

Landsstýrismaðurin á økinum hevur tríggjar ferðir – tann 22. juli, tann 3. september og tann 2. oktober – sagt, at ein loysn er á veg, og at hon skuldi ”koma sum skjótast” og ”í hesari ella næstu viku”, og stjórin á Bakkafrosti hevur tikið hetta fyri góða vøru, tí hann sigur, at ” tey høvdu vónað at fáa nóg nógvar langtíðarsáttmálar, so Bakkafrost kundi varðveita øll starvsfólkini.” Men nú vit hava lagt ein fjórðing av november afturum okkum, hevur onki verið at frætt úr Landsstýrinum.

Støðan er púra paradoksal, tí sitandi Landsstýri hevur annars ført fram, at vit skulu virðisøkja meira. Vit hava førleikarnar til góðsking og meirvirking í Føroyum og teir hava tikið drúgva tíð at bygt upp, men politikkurin hjá Landsstýrinum ger, at tað ikki longur loysir seg. Tá er álvaratos okkurt rívandi galið.

Verst av øllum eru tó menniskjaligu avleiðingarnar, nú 140 fólk missa arbeiðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð