Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landbúnaðarferðavinnan á breddan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.11.2023 - 19:05 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Nýggj frágreiðing staðfestir munandi samstarvs- og vakstrarmøguleikar innan landbúnað og ferðavinnu

 

Hetta seinasta árið hava Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnurin skipað eina verkætlan við endamálinum at lýsa grundarlagið at menna føroysku landbúnaðarferðavinnuna. Úrslitini frá nýskapandi verkætlanini vóru løgd fram á stórum almennum tiltaki í Løkshøll fríggjadagin.

 

- Í Føroyum eru kanska fleiri sum halda, at ferðavinna og landbúnaður standa í andsøgn til hvønn annan. Hendan verkætlanin lýsir tó ótrúliga væl, hvussu hesar vinnurnar kunnu samstarva og røkka felags málum. Við eini sterkari landbúnaðarferðavinnu síggja vit eisini týðandi virði fyri okkum sum samfelag millum annað innan varðveitslu og menning av føroysku búnaðar- og matmentanini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum

 

Í nýggju menningarætlanini Heim hjá Visit Faroe Islands verður dentur lagdur á, at ferðavinnan kann vera virkin leikari at styrkja, varðveita og menna heimland okkara.

 

- Ein styrkt landbúnaðarferðavinna kann bjóða fullkomnu føroysku upplivingina. Vit hava rávørurnar, nátturuna og menniskjuni. Okkara felags uppgáva verður nú at fáa sum mest burturúr samanrenningini, so vit kunnu bjóða føroyingum og vitjandi møguleikan at royna ektaðar staðbundnar upplivingar við høgari góðsku, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands

 

Verkætlanin at menna eina sterkari landbúnaðarferðavinnu í Føroyum heldur áfram, og í 2024 verður dentur lagdur á at seta fyrstu átøkini í verk. Fyrsta átakið verður eitt íverksetanarskeið innan landbúnaðin, ið er eitt samstarv millum Visit Faroe Islands, Hugskotið og Visit Tórshavn. Til ber longu nú at tekna seg til skeiðið á www.hugskotid.fo

 

Frágreiðingin við kunning um ítøkiligu átøkini innan landbúnaðarferðavinnu kann heintast á heimasíðuni hjá  Visit Faroe Islands á www.menning.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum