Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá ið bókaframløgan av ævisøguni hjá Robert Mc.Birnie verður í Klaksvík mánakvøldið, fer hann at signera bøkur, og tær fáast hetta kvøldið eisini fyri serprís

Robert til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.11.2023 - 18:00 Mentan Tíðindi

Fimta og seinasta bókaframløgan av ævisøguni hjá Robert McBirnie verður í gomlu Miðhøll á Skúlatrøð í Klaksvík mánakvøldið 20. november klokkan 19.30.

Robert McBirnie, ið rundaði tey 80 árini tann 1. novembur, hevur millum annað hátíðarhildið runda dagin við síni lívsævisøgu, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað. Bókin kom út tann 30. oktobur og hevur síðani verið at fingið kring landið, har bøkur vanliga fáast til keyps.

Harumframt hava Robert og Hilmar Jan ferðast kring landið og havt framløgur av bókini. Teir løgdu fyri í Tutl í Havn, og síðani hava teir verið í Marghøllini í Sørvági, Miðlatúni í Vági og Løkshøll í Runavík, og nú enda teir ferðina kring landið við bókaframløgu í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

– Eg gleði meg til at heilsa upp á familju og vinir í Klaksvík, gamlar KÍ-arar og starvsfelagar frá mínum ári sum lærari har norðuri, umframt sjálvandi øll onnur, ið kunnu hugsast at hava áhuga fyri bókini og míni lívssøgu, sigur Robert.

Viðfestar eru eisini myndir frá Legendskvøldi úti í Spanistovu 27. september 2017, har Robert og Rudolf hugleiddu um m.a. tíðina við Faroeboys, og tá ið Robert var lærari í Klaksvík. Hesar myndir hevur Dávur Winther tikið.

Her var hann væl havdur m.a. hjá mostir síni Ester Mikkelsen - Mammu røsku fótóltsspælararnar, Jákup og Mikkjal Mikkelsen. 

Robert varð liðugur sum lærari saman við 24 øðrum í 1967 m.a. saman við Eigil Hentze og Magnu Reid, sum vit kenna higani. Frits Johannesen, Jógvan Ólason, Hans Olaf Joensen og Kristin Eliasen úr Fuglafirði - Sólgerð og Asfinn Sigvardsen, sum hava havt sítt yrki í Runavík.

Tað var um hetta mundið, at Robert var lærari í Klaksvík eitt skiftið. Samstundis var KÍ tá eisini í hæddini við fótbóltinum, og slapp Robert eisini at royna seg við KÍ tá!

Jú, har verður hópin at hugleiða um saman við Rudolf Joensen, sum av nógvum góðum grundum kennir Robert McBirnie væl.

Bókin fæst fyri serprís

– At fáa hesa bók útgivna, hevur verið ein gamal dreymur hjá mær, sum nú gongur út. Eg havi havt eitt langt, gott og hendingaríkt lív. Eg kann nevna, at hóast eg eri krígsbarn, havi eg ongantíð merkt nakað til happing fyri tað, sigur Robert.

Søgan um Robert er søgan um Føroya fyrstu poppstjørnu, men eisini so øgiliga nógv annað, tí nortið verður við sjólívið, sang, tónleik, undirhald og mangt annað, umframt sjálvandi lívsstarv hansara sum lærari.

Nú almenna og ókeypis útgávutiltakið verður í gomlu miðhøll á Skúlatrøð mánakvøldið, verður bókin seld fri serprís, og Robert fer eisini at signera bøkur. Rudolf Joensen fer at hugleiða um høvuðspersónin, og kanska bæði Robert og Hilmar Jan eisini taka orðið.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…