Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góða Ruth Vang

SKRIVAÐ: FFU  |  16.11.2023 - 01:51 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Vit eru bara nakrir heilt vanligir menn, sum flestu av okkum blaðungir valdu sjólívid, 14- 16 ára gamlir fóru vit okkara fyrsta túr til skips, tað gjørdu vit kanska ti okkara pápi og abbi eisini vóru sjómenn, tað liggur bara i okkara DNA.

 

 

Vit hava altíð veru stoltir av okkara yrki, vildu klára okkum sjálvar, og okkara hugsan hevur altið veri , hvat kunna vit gera fyri hettar samfelagi vit búgva i , vit tímdu ikki at ganga 6- 10 ár i skúla aftana fólkaskúlan, flestu av okkum hava bert heilt stuttar útbúgvingar 1-3 ár, og nógvir av okkum hava onga útbúgving

Nógvir av okkum sum eru komnir nakað uppí árini , vóru fyrstu nógvu árini 240 - 300 dagar á sjógnum, og tá var arbeiðsvikan hja okkum ikki 40 ella 37 tímar, nei tá var arbeiðsvikan 120 tímar, og túranir vóru upp i 5 mánaðir, hettar máttu vit gera fyri at fáa eina ársinntøku, vit hava fiska undir Føroyum, á Flemish Cap, í Grønlandi , í Barentshavinum, og silga við farmaskipum á øllum heimsins høvum.

240 - 300 dagar  vekk frá konu og smáðum børnum, tað var mangan hart, tá var ofta onki telefonsamband, og onki internet, og enn er tað nógvir, serliga teir sum sigla úti i verðini  sum eru 3- 4 mánaðir burtur frá familjuni.

Tað er ikki fyrr enn sistu 20 - 25 árini at sjómenn byrjaði at fáa 1/1 avloysaraskipan, men tað er so langt frá allir sum hava slíkar skipanir í dag

Vit eru nógvir sum er skelkaðir av at sýggja okkara fíggjarmálaráharra i einari sending hjá Frihedsbrevet, hvar hon sigur at vit nokk bara eru til skips tí vit fáa ein skattalætta, og at vit hava so góðar umstøður umborð a skipunum i dag , og kanska ikki teir sum hava tað strævnast, ti hon hevur sæð eitt gosbad umborð á nyggja Gadus, mær vitandi eru tað bert tvey føroysk fiskiskip sum hava gosbað.

Og hettar sigur okkara fíggjarmálaráharri aftaná at hava lagt uppskot fyri løgtingið um at strika samdøgurfrádrátt, minka sjómannafrádráttin 34% og avtaka 154 B frádráttin

Ruth Vang sigur at vit sjómenn sum eru burtur 180 - 240 dagar um árið, og samstundis hava tað so lætt og gott at vit hava ikki uppiborið ein skattalætta, so nógv virðir fíggjarmálaráharrin Ruth Vang føroyska sjófólkið .

Tað eru vit sera sera skuffaðir av !!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld
Silvur í Singapore og heimsmet til Vár G…
Klaksvík fingið fiskimála­ráð­harran
Seks nevndalimir skulu veljast
Felags starvs­fólkahugni
Er eitt barn meira vert enn eitt annað?
Hugnalig jóla­konsert í Glyvra kirkju mik…
Video: Eitt av løgunum frá væleydnaðu 25…
Jólarøðan hjá Anniku
Helgi eisini kvikmeistari
Fantastiskar hondbóltskvinnur