Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mótmæla uppá tað harðasta, at løgtingið niðurlaðar fiski­­mannafrádráttin

SKRIVAÐ: Føroya Fiskimannafelag  |  16.11.2023 - 08:02 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað átti at verið munandi lættari at funnið tær 11 mill. við flytingum á fíggjarlógini, heldur enn at áleggja sjófólki t.d. í Gøtu, á Tvøroyri, í Klaksvík, í Runavík at gjalda upphædd­ina.

 

Mótmæla

Føroya Fiskimannafelag mótmælir uppá tað harðasta, at løgtingið niðurlaðar fiski­­mannafrádráttin. Hetta er beint ímóti tí, sum allir flokkar lovaðu undan løgtingsvalinum 2022. Allir flokkar lovaðu ikki at nerta fiskimannafrádráttin. Vónand halda tit orð.


Skal heldur økjast

Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur at økjast, eins og norska stór­ting­ið ætlar við samsvarandi skipanini har.


Høvuðsstaðurin gongur fríur

Fiskimannafelagið loyvir sær at vísa á, at ætlaða lækkingin av fiskimannafrádráttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgting­in­um í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri, Runavík, Leirvík, Toftum, Eiði, Fuglafirði, Vágum og Vestmanna.

 

Sjófólk eru ikki umfataði av starvslógini

Sjófólk hava ótrygg viðurskiftir í mun til fastlønt almenn starvsfólk, tá ið sjúka rakar. Al­­ment lønt (les fastlønt) hava starvslógina at líta á, tá ið sjúka ella hóttafall rakar. Víst verður til løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970.

Føroya Fiskimannafelag vil vísa á, at fiskimannafrádrátturin er ein kompensatión fyri

- at vera so nógv burtur frá heimi og familju og

- fyri - sum víst verður á omanfyri – ikki at vera umfatað av teirri lukrativu starvs­lóg­ini

 

Finn peningin við flytingum á fíggjalógini

Tað átti at verið munandi lættari at funnið tær 11 mill. við flytingum á fíggjarlógini, heldur enn at áleggja sjófólki t.d. í Gøtu, á Tvøroyri, í Klaksvík, í Runavík at gjalda upphædd­ina.

Tað er bara eitt stað Føroya Fiskimannafelag kann fara eftir mista peninginum, til teir sum eiga skipini.

Vit mótmæla harðliga hesi atsóknini á føroyska sjófólkið.

 

Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard, formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staði sterkari um tað…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…