Harriet samansjóðar nútíð og fortíð í Æðuvík
Norðlýsið hevur prátað við Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bónda í Æðuvík tey seinastu fimm árini.
Harriet er 34 ár, gift og hevur 2 børn. Hon er sjálv av bóndaætt og er 5. ættarlið av bóndum í Æðuvík. Millum hennara forfedrar finna vit fyrsta bóndan í Æðuvík.
Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnurin hava seinasta árið skipað eina verkætlan við endamálinum at lýsa grundarlagið at menna føroysku landbúnaðarferðavinnuna. Úrslitini frá nýskapandi verkætlanini vóru løgd fram á stórum almennum tiltaki í Løkshøll fríggjadagin 10. november.
Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi í Æðuvík helt eina sera góða framløgu har hon greiddi frá sínum bóndalívi á garðinum. Vit fingu orðið á hana.
Fyri Harriet fellir tað lætt at hava eitt modernað familjulív á einum bóndagarði. Børnini eru við í øllum, bæði í fjósinum og á fjalli, og tann minsta er javnan við í berisela.
“Tað ber væl til at vera bóndi og liva av tí, sjálvt um tú ikki hevur so nógvan seyð ella nógva framleiðslu. Ikki minst tí at tað saman við ferðavinnu skapar møguleikar, og framløgan snúði seg júst um at síggja møguleikar heldur enn forðingar”.
Í framløguni tók Harriet fram eitt dømi um eitt heimalamb, sum gevur givið teimum stórar inntøkur. Heimalomb verða javnan bara “kasserað”, men hetta lambið hevur givið teimum nógv umvegis myndatøku. Heimalambið er nevniliga vorðið eitt modell á plakatum, sum ferðafólk gjarna gjalda fyri at taka myndir av, ella bara fyri at síggja.
Hetta heimalambið er heimskent og hevur higartil givið garðinum umleið 150.000 krónur í inntøku, sigur Harriet. Tær stava frá plakatum, har heimalambið er modell.
“Føroyar hava ongan zoologiskan hava, men vit hava nógvar bóndagarðar. Er tað nakað, sum kanska serliga børn elska, so er tað djór, og tey fáa okkurt serligt burturúr tí. Vit hava sonevndar bóndagarðsdagar minst eina ferð um árið, men bjóða eisini fram bóndagarðsvitjanir, har fólk kunnu koma at vitja bóndagarðin, síggja øll djórini og fáa ein lítlan drekkamunn”.
Sigast má, at tað hevur hepnast væl, tí bóndagarðurin hjá Harriet hevur verið fultbókaður alt summar, og tey hava nakrar vitjanir eftir í ár. Barnagarðurin í bygdini vitjar fleiri ferðir, og onkur skúli hevur eisini verið á gátt. Tá ið tað eru børn, sum vitja, so sleppa tey vanliga at geva seyðinum og rossinum okkurt smávegis.
Til tey, sum kanska koma langvegis frá, hevur Harriet latið upp eitt Bed & Breakfast sum tilbygning til garðin. Hetta er eitt “øvugt akvarium”, har tann ferðandi býr mitt úti í náttúruni, og djórini kunnu síggja inn gjøgnum stóru vindeyguni, og tað gevur kensluna av at gista mitt millum tey.
Tað lá ikki í kortunum, at Harriet skuldi gerast bóndi. Pápi hennara var trekur at handa henni garðin, tí hann væntaði ikki, at tað fór at løna seg fyri Harriet at fara tann vegin. Men tað ger tað í dag, tí Harriet hevur funnið ein hátt at samantvinna nútíð og fortíð og at fáa tað besta burturúr báðum. Kreativitetur og nýskipan hevur nógv at siga, og tað fellur Harriet púra natúrligt at vera nýhugsandi og kreativ. Nógv teir flestu kundarnir finna nevniliga bóndagarðin á Instagram.
“Fólk síggja okkum á Instagram, og so koma tey allan vegin til Føroya eftir upplivingini. Fleiri teirra hava sæð okkum har, og so tilrættalagt feriuna til Føroya eftir, nær vit hava verið tøk.”, sigur Harriet, og ætlar avgjørt ikki at steðga her: “Dreymurin er sjálvsagt at blíva størri, men í okkara egna tempo. Ein trupulleiki er, at til garðin hoyrir partur av felagshaga, ið er øgiliga smábýttur. Tað merkir, at eg ikki fái tikið allar avgerðir sjálv”.
“Tað hevði gjørt tað lættari, um vit fingu vaksið nóg mikið – ikki beinleiðis við at yvirtaka fleiri festir, men heldur at tann innangarðsjørðin sum í dag er útleiga kundu fallið aftur til festi. Tað at vera bóndi er fyri meg so nógv annað enn bara at hava seyð, seyðurin skal til fyri at okkara festi gerst attraktivt – men framtíðin er meira burðardygg og vit hyggja eftir at økja um náttúruvernd og biodiversitet her á garðinum.
Grønmetisframleiðsla hevði verið ein natúrligur partur av framtíðini, harafturat arbeiða vit støðugt við Føroyska Rossinum sum er á eggini til at doyggja út – um vit Føroyskir bóndir ikki taka í egnan barm og bjargað okkara egna tjóðararvi, hvør skal so?
Uttan munandi betri kor, m.a. meira innangarðsjørð, ber illa til hjá okkum at vaksa og menna okkum. Sjálvandi hevði tað eisini verið ein fyrimunur fyri okkum at sloppi burturúr felagshaganum, tí fyri okkum er tað at vera felags bara ein vansi – vit klára okkum sjálvi, soleiðis at garðurin kundi gerast matvøru- og ferðavinnuveitari, har vit møguliga bæði kundu livað av landbúnaðinum. Tað hevði verið ein avgjørdur fyrimunur fyri okkum. Brúksskylda, eins og bóndahjúnini í Stóru Dímun førdu fram hevði verið ynskilig, hevði absolutt verið nakað, ið kundi hjálpt uppá tað”, sigur Harriet at enda við Norðlýsið.
