Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í dag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.12.2023 - 00:41 Ítrottur Tíðindi

Sum fyrireiking til Conference League dystin í Fraklandi hóskvøldið spælir KÍ venjingardyst móti Víkingi.

Víkingur er nokk tað liðið í Føroyum, sum venur mest, um vit hyggja yvir longri tíðarskeið síðstu árini. Í Sarpugerði er vetrarvenjingin langt síðani farin í gongd og síðsta vikuskiftið spældi Víkingur 2-2 javnleik móti B36 í venjingardysti. Har sóu vit, at Víkingur í stóran mun brúkti sínar ungu leikarar og soleiðis verður helst eisini hesaferð.

KÍ hevur undan dystunum í 4. og 5. umfari spælt innanhýsis venjingardyst, men hesaferð verður tað móti einum øðrum felag. Helst fer dysturin at geva eina ábending um, hvussu KÍ-venjarin ætlar at blanda kortini hóskvøldið. 

Venjingardysturin í Klaksvík í dag byrjar kl. 12.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…