Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Vár Hanusardóttir

Veðrið næsta samdøgrið – og eitt sindur afturat....

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.12.2023 - 18:17 Tíðindi Veðrið

Tollaksmessukvøld er, og vit eru øll spent uppá, hvussu jólaveðrið fer at verða í ár. Tað er altíð óvissa um veðrið nakrar dagar fram, meiri ella minni, men í ár hevur tað als ikki verið lætt at spáa um jólaveðrið.

Orsøkin er eitt lágtrýst og tað regnið, sum hoyrir til hetta lágtrýstið. Tað tók seg upp fyri nøkrum døgum síðan beint útfyri strondini í statinum New York í USA og tók so leiðina ímóti Føroyum.

Á leiðini eystureftir, skal tað fram við Føroyum, og møguleikarnir hava verið hesir:

-        tað fer eystureftir norðanfyri, so fáa vit eitt fitt og lýtt lot av útsynningi ella suðuri saman við hampuliga nógvum regni

-        tað fer eystureftir sunnanfyri, og so liggur tann kalda høgættin við kavaæli, sum vit hava havt í nakrar dagar, mestum óbroytt

Lágtrýstið hevur ikki ferðast í beinari linju ímóti okkum, og forsagnirnar hava tí verið ymiskar.

Seinasta vikuskifti og mánadagin sá út, at lágtrýstið fór eystureftir nakað sunnan fyri Suðuroynna. Týsdagin varð mett, at tað fór norðanfyri. Í stóru myndini er hetta bert ein lítil broyting, men hon kann hava ógvuliga stóran mun í veðrinum í Føroyum við sær.

Í morgun og allan dag hava útrokningarnar víst, at tað fer hvørki norðanfyri ella sunnanfyri. Tað fer beint tvørtur um Føroyar. Tað fer at liggja beint yvir okkum umleið klokkan 8 í morgin.

Forsøgnin fyri næsta samdøgrið er tí ikki greið og einvís fyri alt landið, men má í nátt og fyrrapartin í morgin býtast í tvey.

Vit taka tað bita fyri bita:

Restina av kvøldinum í kvøld fer ættin kring alt landið at vera eystan við veksandi vindi úr lítla lotinum í løtuni upp í 13 til 18 m/s á midnátt. Sum kvøldið gongur, so fer at kava kring alt landið. Tað kavar fyrst í suðuroy, síðan so við og við í restina av landinum.

Í nátt býta Føroyar seg í tvey, og vit taka norðanfyri fyrst.

Fyrstu tímarnar veksandi vindur upp í 15 til 20 m/s eystan og kavaavfall. Í morgin ári er tað regnavfall ístaðin fyri kavaavfall. Annars sama ætt og vindferð.

Fram ímóti middegi er norðan og aftur kavaavfall. Hitalagið norðanfyri fer at liggja um frostmarkið, 1 ella 2 stig oman- ella niðanfyri.

So taka vit veðrið sunnanfyri.

Í nátt veksandi úr 10 til 15 m/s upp í 13 til 18 m/s eystan, samdrigið og regn. Um 3-tíðina støkkur vesturum til útsynning, og sum frá líður eitt sindur minni vindur, 3 til 8 m/s, og tað slítur í. Fyrrapartin í morgin eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og ælaveður við regni. Hitin fer upp í 5 til 8 stig.

So aftur fyri alt landið.

Út á seinnapartin í morgin er aftur høgætt kring alt landið, norðan. At byrja við – eina løtu fyri kirkjutíð – eru 15 til 20 m/s og kavaavfall, men sum frá líður minkandi vindur og minni avfall. Á midnatt eru 10 til 15 m/s av útnyrðing, skiftandi skýloft og okkurt kavaælið. Hitin 2 stig báðumegin frostmarkið.

Jóladag er norðan og útnyrðingur, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava. Hitin um frostmarkið.

2. jóladag eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýloftið skiftandi, og hitin fer at koma upp í 5 stig.  

Við hesum verður ynskt øllum eini gleðilig jól. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…
Skonnartin Polo KG 141
Kristian tosar við Svein Rógva um hondbó…
Tvær ungar kvinnur og ein barna­heimur
"Teir sjey lestrar­nir" - Gudstænasta í C…
Harrapoddu­rin: Nýggjur partur úti
Næmingar spældu fyri fullum húsi
Gullbrúdleyp - Anna og Ásmund
Jólatræið á Norðoyri
Jólatræið í Ánunum
Stóra jóla­blaðið í gerð
Familju­pakkin  - ein tvingandi neyðug lo…
Jólatræið í Ánunum og á Norðoyri
Jólalig stuðuls­konsert í Varpinum
Klaksvíkar Talvfelag tvey umboð til NM
Nes kommuna fær kommunu­stjóra frá 1. jan…