Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Turið Laksá

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.01.2024 - 16:12 Tíðindi Veðrið

Góða veðrið við lítlum vindi og ongum avfalli er liðugt á hesum sinni. Vindurin er vaksin nakað í dag – og nú seint seinnapartin eru 8 til 13 m/s útsynningi, samdrigið og ælaveður. Tað regnaði eina løtu fyrr í dag, men nú er ælaveður.

Tað var eitt hátrýst um okkara leiðir, sum gav okkum tað góðav veðrið. Tað er nú farið suðureftir, og fer at loyva lágtrýstum og brúgvaløgum framat her hjá okkum.

Ítøkiliga merkir tað, at ættin fer gongur upp í vestan, seinni útnyrðing. Vinferðin fer restina av degfnum at liggja um 8 til 13 m/s, í støðum tó eitt sindur meir, 15 m/s. Loftið verður verandi samdrigið og tað er ælaveður. Fyri tað mesta er regn í ælingunum, men so hvørt sum ættin gongur uppeftir, og tað kølnar, fer hitalagið niðureftir, og vit kunnu tí rokna við kava í ælingunum seinni í kvøld ella í nátt.

Í morgin fer hann at liggja av útnyrðingi allan dagin, vindferðin sum í dag, 8 til 13 m/s. Allan dagin skiftandi skýloft og kavaælingar. Hitin í morgin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Sunnudagin hækkar hann upp í norðan, sama vindferð, 8 til 13 m/s. Uppeftir verður smáskýggjað og kavaæl. Hitin sunnudagin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.   

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur