Lýsing
Lýsing
Tummas: - Rakk ikki á mál við Eirik Bakke
Vit spyrja formannin hvat hendir nú?
Norðlýsið visti at siga herfyri, at Eirik Bakke var komin til Klaksvíkar at seta sítt navn á sáttmála við KÍ. Í kvøld skrivaði norski miðilin TV2.no at Eirik Bakke hevði sagt nei til KÍ.
Vit hava vent okkum til Tummas Lervig, formann í KÍ at frætta nærri.
- Hóast samráðingarnar vóru komnar langt, rakk ikki á mál við Eirik Bakke, tað harmast vit um, sigur Tummas,
KÍ leiðslan stendur tó ikki á berum í kvøld.
- Vit eru í holt við samráðingar við aðrar kandidatar. So tað arbeiðið gongur sína gongd, sigur Tummas við Norðlýsið at enda.
Seinastu tíðindini