Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrilestrarøð: Landbúnaður & Ferðavinna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.01.2024 - 10:59 Mentan Tíðindi Vinna

Aftur í vetur skipar Visit Faroe Islands fyri kveikjandi evniskvøldum fyri ferðavinnuna. Sum ein liður í verkætlanini ’Landbúnaður & Ferðavinna’, verður dentur í ár lagdur á náttúrutilfeingið í landbúnaðinum og upplivingarnar, ið kunnu knýtast at hesum.

 

Endamálið við fyrilestrarøðini er at kasta ljós á evni, ið kunnu vera áhugaverd at greiða ferðafólki frá og sum samstundis eisini virkar fyri einari sterkari og livandi mentan.

--

Ull er Føroya gull!

Á fyrilestri í Spinnarínum týsdagin 23. januar kl.16.00 verða tríggir spennandi fyrilestrar, sum á hvør sín hátt viðgera, hvussu hendan útsøgnin aftur kann gerast viðkomandi fyri okkum í dag.

Fyrilestrarhaldararnir hava allir felags eldhugað fyri føroysku ullini, sum í dag er eitt tilfeingi, ið ikki verður troytt til fulnar. Hugleitt verður um avbjóðingar og møguleikar við føroysku ullini – heilt frá innsavnan til sølu og marknaðarføring.

 

Fyrilestrar

Dorthea Joensen
Hvat er serligt við føroysku ullini og hvussu skilja vit ullina í dag ísv. gagnnýtsluna av henni.

Dorit Hansen
Mikrospinnarí verkætlan í Klaksvík.

Sissal Kristiansen
Føroyska ullin og hvussu vit kunnu virðisøkja hana

Tiltakið, sum er tveir tímar, er alment og ókeypis, og øll eru tí vælkomin. Neyðugt er við tilmelding á leinkjuni niðanfyri. Kveikjandi fyrilestrar innan landbúnað og ferðavinnu verða eisini í februar og mars. Nærri verður kunnað um hetta seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum