Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan við Keldu og konan Betty | Mynd: privat mynd

Kvøða til Jógvan við Keldu á áttati ára degnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2024 - 12:03 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag, 30. januar, fyllir fyrrverandi borgarstjórin, landsstýrismaðurin og Klakksvíkingurin við stóra K, Jógvan við Keldu, 80 ár

 

 

Jógvan við Keldu er sonur Theodor og Giggu við Keldu. Pápin Theodor er ættaður úr Leirvík, meðan mamman er ættað av Kirkju. Gigga vaks upp hjá Jóani Jakku av Viðareiði, sum Jógvan arbeiddi hjá, og tað rann saman teirra millum og í 1950’unum settu tey búgv á Gørðum, har Jógvan hevur búð meginpartin av lívinum saman við konuni Betty, fødd Skaale, av Toftum, og saman eiga tey tey trý børnini Gunvá, Pætur og Tóru.

Umframt arbeiðið fyri Jóan Jakku hevur Jógvan eisini arbeitt í fyritøkuni hjá J. F. Kjølbro, bæði á “Kontórinum”, tað verður kallað, og í Bollafabrikkini undir John Høj. Men Jógvan vildi longu frá ungum árum vera sjálvstøðugur vinnurekandi og reka handilsfyritøku, og tey sum kenna Jógvan vita, at tað er stutt frá hugskoti til íverksetan. Jógvan við Keldu hevur selt alt frá keksum til IBM-skrivimaskinur, og hann var fyrstur at skipa fyri sølumessum ella sølustevnum, sum tað eisini róptist, longu í 1960’unum.

Jógvan við Keldu hevur altíð havt nógv jørn í eldinum, so samstundis sum hann var vinnurekandi, fór hann eisini upp í politikk. Hugurin stóð bæði til kommunupolitikk og landspolitikk, og Jógvan er brennandi og trúfastur fólkafloksmaður. Hann varð valdur í býráðið í Klaksvík í 1970, helt síðani ein steðg, men fór so aftur í býráðið í 1980 og gjørdi bart og bleiv borgarstjóri. Jógvan við Keldu eigur framvegis metið sum borgarstjórin, ið hevur sitið longst, nevniliga í samfull 16 ár (1980-1988 og 1992-2000 (fyrra árstalið í báðum førum er tá hann varð valdur, hóast býráðið formliga ikki tekur við fyrrenn januar í árið eftir).

Í landspolitikki hava tað bara verið teprir marginalar, ið hava forðað Jógvani. Tá ið fyrrverandi løgmaður, Hákun Djurhuus, gavst, kappaðust Anfinn Kallsberg og Jógvan við Keldu um at ganga í hansara sporum, og valúrslitið lagaði seg soleiðis, at Anfinn fekk 213 atkvøður og Jógvan við Keldu 211. Bert tvær á muni. Og hóast tað hepnaðist at koma á ting í 1988, var tað fínteljingin í 1990, sum gjørdi, at eykavaldi hjá Fólkaflokkinum ikki kom úr táverandi Norðoya Valdømi. Eitt skifti var Jógvan við Keldu eisini landsstýrismaður í innlendismálum.

Í práti við Oliver Joensen, fyrrverandi blaðstjóra á Norðlýsinum, greiðir hann frá, at Jógvan við Keldu hevur altíð brúkt Norðlýsið sera nógv at røkka sínum politisku dagskráum. Blaðið hevur somu dagsskrá sum býráðið, at verða við í menningini av Klaksvík og at verða á vakt tá løgtingið vil smoyggja onkra ófrættakenda lóggávu oman yvir okkum her norðuri. Tað var ikki Norðlýsið sum kom eftir Jógvan, men tað var Jógvan sum kom eftir Norðlýsinum, minnist Oliver sum hevur talt Jógvan millum sínar vinmenn í drúgvt áramál. 

Jógvan við Keldu er trúgvandi maður, og tey, ið hoyra til Brøðrasamkomuna, munnu kenna Jógvan best fyri hansara framúr tónlistarligu gávur. Hann hevur spælt á møtunum í meira enn ein mansaldur og hevur stjórnað kórinum 17 Sangarar, fyri bert at taka tvey dømi úr musikalsku rúgvuni.

Uttanfyri samkomu- og tónlistahøpi er Jógvan helst best kendur fyri sítt ótroyttiliga stríð fyri at útvega fast samband um Leirvíksfjørð; eitt stríð sum loksins bar frukt í 2006, og har Jógvan sum tøkk fyri stríðið skeyt seinasta skotið í Norðoyatunlinum. Í dag er tað trupult at ímynda sær, men tá ið Jógvan, visionérur og framtakshugaður, sum hann er, byrjaði stórarbeiðið at stríðast fyri Norðoyatunlinum, hildu fleiri, enntá fleiri norðoyingar, tað vera ørskap. Jógvan var langt framman fyri sína tíð.

Við hesum vil Norðlýsið ynskja avrikskappanum, eldsálini og stríðsmanninum Jógvani við Keldu hjartaliga tillukku á 80-ára degnum og mong góð ár framyvir!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen