Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sørin Djurhuus, Koltur

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.02.2024 - 20:46 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stundar til, fer tað at kølna nakað í Føroyum. Ættin fer at liggja millum landnyrðing og útnyrðing. Luftin, sum kemur hendaveg stavar frá leiðunum við Norðpólin.

Lágtrýst fara at leggja seg eystan fyri Føroyar og draga hesa køldu luftina til sín, og tá liggja Føroyar mitt á leiðini.

 

Kuldin kemur ikki einsamallur. Við honum kemur ælaveður við kava, viðhvørt vátakava.  

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag:

Um morgunin 5 til 10 m/s, av landnyrðingi, men út á seinnapartin gongur hann niður í eystan ella landsynning og veksur upp í 10 til 13 m/s. Loftið er samdrigið og ælaveður við vátakava ella kava.  

Um kvøldið og um náttina kavar kring alt landið, og vindurin fer sum frálíður upp í 15 m/s við hvirlum upp í 20 m/s. Hitin mánadagin úr 1 kuldastigi upp í 3 hitastig.

Týsdag:

Um morgunin fer hann aftur at liggja av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Hvirlurnar kunnu tó fara upp í 20 m/s. Skiftandi skýloft og kavaavfall, í støðum vátakavi. Seinnapartin minkandi vindur niður í 5 til 10 m/s, og sum frálíður klárari og bert fá kavaæl í støðum. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

Mikudag:

Minni vindur, 3 til 8 m/s av útnyrðingi. Loftið verður skiftandi við kava- ella vátakavaavfalli. Hitin fer at liggja um 2-3 stig báðumegin frostmarkið.

Hósdag:

Veksandi vindur upp í 8 til 13 m/s norðan. Loftið verður skýggjað, og vit skulu rokna við ælaveðri við kava. Hitin fer at liggja 3 stig báðumegin frostmarkið.

Fríggjadag:

Eitt sindur minni vindur, um 5 til 10 m/s, og ættin fer at liggja millum norðan og útnyrðing. Skýloftið verður skiftandi við kava ella vátakava. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu