Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nevndarsamansetingin í Visit Faroe Islands kemur ikki teimum, ið fáast við landbúnað, úti kring landið til fyrimuns | Mynd: hekla.com

Og vinnararnir av málinum um gongd í haga eru hesir:

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2024 - 14:05 Leiðarin Mentan Vinna

Aktørarnir við nevndarsessum í Visit Faroe Islands fáa bæði í posa og sekk av uppskotinum um gongd í haga, meðan tann føroyska náttúran og aktørarnir úti kring landið, serliga tey, ið takast við landbúnað, tapa so dyggiliga. Norðlýsið hevur kagað í, hvør situr í nevndini í Visit Faroe Islands. Í Visit Faroe Islands eru tað serliga privat áhugamál í hotell- og matstovubransjuni í Havn saman við umboði fyri Tórshavnar Kommunu, ið sláa tónan ann, vísti tað seg.

 

 

Hevði uppskotið tikið fyrilit fyri øllum áhugabólkum í ferðavinnuni, so skuldi ein væntað eitt býti, har hotellini og matstovurnar í Havn skúmaðu róman av gistingum og máltíðum, meðan jarðareigararnir fingu avkastið av skipaðu útferðunum í náttúruna. Tað hendi kortini ikki, og í staðin sleppa “tour operators”, sum onki eiga í jørðini, at spinna gull uppá annan mans ogn við at fyriskipa útferðir inn á lendið hjá øðrum.

Turistar kunnu vænta at verða avheintaðir við dyrnar á einum hotelli í Havn av bussi hjá onkrum ferðafyriskipara í Havn, koyrd út at kleyra føroysku náttúruna niður inni á stykkjunum hjá bóndum á bygd, og so koyrd aftur til ein betri bita á eini matstovu í Havn. Er náttúruavgjaldið 150 krónur, fáa bøndurnir 37,5 kr. pr. turist (at býta millum bøndur, um fleiri eiga jørðina). Hesir turistarnir brúka kanska millum 50 og 100 ferðir so nógv pr. samdøgur í Havn.

Og hyggja vit at, hvør situr í nevndini í Visit Faroe Islands, hvørs áhugamál landsstýrismaðurin tykist at vilja røkja, sæst hví uppskotið sær soleiðis út. Nevndin er nevniliga hendan:

▪ Jóannes Jensen, formaður, Gist og Vist – fevnir m.a. um Hotel Föroyar og Hotel Tórshavn, Hvonn, Barbaru, Roks, Ruts, Áarstovu, Skeiva Pakkhús, Suppugarðin o.s.fr. – alt í Havn.

▪ Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna – (ikki vist at júst hon umboðar kommununa nú, tí hon er farin úr starvi hjá kommununi, men sambært heimasíðuni hjá VFI situr hon enn).

▪ Jens Meinhard Rasmussen, Smyril Line – fevnir m.a. um Hotel Hafnia og Hotel Brandan í Havn.

▪ Johanna á Bergi, Atlantic Airways – fevnir um m.a. Hotel Hilton Garden Inn í Havn (felagið P/F Atlantic hjá AA rekur hotellið og er partaeigari av bygninginum saman við øðrum).

Hartil koma umboð fyri Ferðavinnufelagið, ÍSF og kommunurnar uttanfyri. Men so situr eisini eitt umboð fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í nevndini fyri Visit Faroe Islands. Hetta umboðið arbeiðir til dagligt undir landsstýrismanninum, sum eigur uppskotið.

Hotelvinnan í Havn stendur at stórsigra, matstovuvinnan í Havn somuleiðis, og tað eru samstundis tey, sum saman við umboðnum hjá høvuðsstaðarkommununi eiga 50% av nevndini í Visit Faroe Islands. Landbúnaðurin og tey, sum varða av náttúruvernd, sum verða stóri taparararnir, eru als ikki umboðað, hóast tað eru tey, sum verður meinast rakt.

Visit Faroe Islands er annars alment, og tað kann tí undra, at privatáhugamál í miðstaðarøkinum og miðstaðarkommunan eru so yvirumboðað, meðan føroyski landbúnaðurin og føroyska náttúran ongan góðan eiga í hesi almennu nevnd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…