Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir favorittur at koma í sættu steypafinaluna á rað hjá monnum

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  08.02.2024 - 22:00 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingini spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík, og tey flestu munnu rokna heimaliðið Mjølnir at vera greiðan favoritt ímóti havnarliðnum Fleyr. Kanska kunnu vit vænta heldur meira spenning í dystinum millum SÍ og ÍF, men sørvingar mugu kortini roknast at vera favorittar.

 


Bónus-kappingin, menn:

Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingini spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík, og tey flestu munnu rokna heimaliðið Mjølnir at vera greiðan favoritt ímóti havnarliðnum Fleyr. Kanska kunnu vit vænta heldur meira spenning í dystinum millum SÍ og ÍF, men sørvingar mugu kortini roknast at vera favorittar.

SÍ – ÍF, kl. 15:00
Tvær ferðir hetta kappingarárið hava SÍ og ÍF spælt ímóti hvørjum øðrum – einaferð í landskappingini og eina ferð í bólkaspælinum í steypakappingini – og báðu ferð hava dystirnir verið fimmsettarar, við einum sigri til hvønn partin, so um tað kann brúkast sum barometur fyri, hvat væntast kann leygardagin, so eru útlit fyri einum rættiligum braki í Badmintonhøllini leygardagin.

Men spurningurin er hvussu eftirfarandi hatta barometrið er, tí eftir at ÍF legði fyri við at vinna á bæði SÍ og Mjølni í teimum báðum fyrstu dystunum í landskappingini, hevur ikki gingið eftir vild, og liðið er í løtuni nr. fýra í landskappingini og gjørdist eisini nr. fýra í bólkaspælinum í steypakappingini og hevur ikki rættiliga megnað at bjóða hinum av. Fyrstu dystirnar vóru útlendsku spælararnir ikki tøkir hjá Mjølni og SÍ, og tá vóru tey bæði munandi veikari, enn nú.

ÍF hevur seinasta árið verið nógv darvað av, at serbin Vukasin Nedeljkovic hevur sitið uttanfyri við skaða í knænum, men seinasta mánaðin hevur hann verið aftur á vøllinum. Tó hevur hann higartil spælt sum libero, fyri at spara knæið, men tað ljóðar úr Fuglafirði, at í hálvfinaluni fer hann aftur at spæla á kantinum, og tað styrkir munandi um ÍF-liðið, um hann er birgur at spæla á tí plássinum.

SÍ má tó smyrja seg við at verða útnevnt til favoritt leygardagin – um tað so er gott ella ringt. SÍ vann allar dystirnar í bólkaspælinum og er nummar tvey í landskappingini.  

 


Mjølnir – Fleyr, kl. 19:00
Mjølnir, sum hevur verið í steypafinaluni seinastu fimm ferðirnar og vunnið fýra ferðir, er greiður favorittur at koma í finaluna aftur í ár. Liðið er trygt á odda í landskappingini og hevur klassaleikarar á øllum plássum, sum eiga nógv av ovastu plássunum á hagtalslistanum fyri landskappingina; ikki minst á listanum fyri vunnar blokkar í hvørjum setti, har fýra Mjølnir-leikarar liggja ovast: Jóhan Arni Elisson Wang, Steffan Rosenlund, Bartlomiej Grzegorzewski og Páll Heðin í Grund.

Fyri bara fýra døgum síðan vann Mjølnir 3-0 (25-16, 25-23, 25-14) á Fleyr í Havn, so nógv skal verða øðrvísi, skal Fleyr veruliga hótta steypafinaluplássið hjá Mjølni leygardagin.

Fleyr hevur fingið síni stig ímóti Ternuni og ÍF, men hevur at kalla ikki megnað at givið Mjølni og SÍ veruliga mótstøðu.

Fulla skráin fyri hálvfinalurnar í Bónus-kappingini leygardagin 10. februar:
Kl. 13:00 Dráttur – Mjølnir, kvinnur
Kl. 15:00 SÍ – ÍF, menn
Kl. 17:00 SÍ – Fleyr, kvinnur
Kl. 19:00 Mjølnir – Fleyr, menn

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG