Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Vit eru klárar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.02.2024 - 11:05 Ítrottur Tíðindi

Liðskiparin hjá Mjølnir-kvinnum sigur, at tær eru til reiðar til hálvfinaluna ímóti Drátti leygardagin.

 

 

Amanda Niclasen er liðskipari hjá kvinnunum hjá Mjølni, og hon sigur, at tær eru væl fyri og púra klárar til stóra brakið ímóti Drátti leygardagin. – “Vit hava vant hart líka síðani á jólum, og vit kenna okkum klárar. Tíverri hava vit mist ein spælara á miðjuni, ið er skødd, og tað merkist, men vit hava eisini gott fólk at seta inn”, sigur Amanda, – “Vit hava fleiri ungar leikarar, sum eru klárar at taka ábyrgd, so vit eru ótrúliga spentar”.   

Spurd um hvussu tær síggja Drátt, svarar liðskiparin: – “Dráttur liggur sum nummar eitt, og tær hava vunnið allar sínar dystir inntil nú í seinastu viku, tá tær taptu 2-3 ímóti Fleyr. Tær hava eitt ótrúliga gott lið við royndum leikarum, og tær hava ein serliga góðan útlendskan leikara, ið vinnur nógvar bóltar, so tað verður heilt spennandi. Vit eru í øllum førum ordiliga uppsettar og spentar uppá at spæla”.

– “Vit vóna at síggja ordiliga nógvar áskoðarar, sum fara at larma, rópa og vera við uppá tað”, sigur Amanda at enda.

Hálvfinalan millum kvinnurnar hjá Mjølni og Drátti verður leygardagin kl. 13:00 í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?