Hoyringarsvarið hjá Bóndafelagnum
Hoyringarsvar til uppskot til ferðavinnulóggávu
Bóndafelag Føroya staðfestir, at hetta uppskotið um sokallaða “Burðardygga ferðavinnu” er eitt eindømi í føroyskum høpi. Lógaruppskotið er úrslit av eini sera ivasamari tilgongd, eins og tað innihaldsliga hevur so lítið at gera við burðardygga ferðavinnu, at tað ikki gevur nakra meining at mæla til ábøtur í fyriliggjandi uppskoti. Bóndafelagið mælir tí staðiliga til, at lógaruppskotið verður slept. Í staðin eigur ein kanning at verða gjørd av, hvussu verandi skipan virkar í mun til ferðavinuna, og hvussu møguligar ábøtur kunnu gerast. Síðan kann støða takast til, hvussu føroyska ferðavinnan kann skipast til fyrimuns fyri alt landið.
Tilgongdin um hetta málið um rættindini hjá ferðavinnuni í føroysku høgunum, hevur verið merkt av lobbyvirksemi og populismu frá almenna partafelagnum Visit Faroe Islands og nøkrum stórum ferðavinnuaktørum, saman við einum lítlum bólki av føroyingum, ið hava savnað seg um tað sonevnda hagafelagið. Bæði landsstýrismaðurin og fyrisiting hansara hava latið seg tøla av hesum lobbyistunum, og meira ella minni ókritiskt staðfest øll teirra sjónarmið í tí fyriliggjandi lógaruppskotinum. Ongar kanningar hava verið gjørdar av, hvussu minni aktørar í ferðavinnuni hava skipað viðurskiftini saman við lokalum fólki. Hesin veruleiki hevur eftir øllum at døma ikki passa saman við ætlaninar hjá landsstýrismanninum og fyrisiting hansara, og tí ikki havt nakran áhuga í sambandi við lógarsmíðið. Úrslitið er m.a., at alt landið verður latið upp fyri ferðafólki, sum fáa ein lógartryggjaðan rætt til at ganga allastaðni fyri 150 krónur. Harvið gerðast Føroyar til eitt hópferðamál, við øllum teimum skaðiligu avleiðingum hetta hevur við sær.
Bóndafelagið skal heita á landsstýrismannin um at sleppa sínum ætlanum um at trýsta lógaruppskotið ígjøgnum løgtingið í hesari tingsetuni, fyri í staðin at kanna tey faktisku viðurskiftini í føroysku ferðavinnuni kring landið. Ein slík kanning kundi verið gjørd av Fróðskaparsetrinum, og kann síðan gerðast grundarlag fyri einum møguligum nýggjum lógaruppskoti. Á henda hátt kann landsstýrismaðurin byrja at endurskapa álitið á seg sjálvan og Vinnumálaráðið, sum er munandi skatt orsakað av tilgongdini í hesum málinum.
Um hoyringstilgongdina
Hoyringstilgongdin hevur verið ikki sørt margháttlig, tí bóndafelagið slapp ongantíð at síggja sjálvt lógaruppskotið ella aðrar partar av tí enn § 1. Í staðin brúkti landsstýrismaðurin nógva tíð uppá eina framløgu, sum skuldi lýsa hansara tankar um ferðavinnu. Trupulleikin var bara tann, at tá avfjaraði hevði framløgan lítið og onki við lógaruppskotið at gera. Henda søgan hevur endurtikið seg, tá landsstýrismaðurin hevur ferðast kring landið til nakrar sokallaðar hoyringsfundir. Ein slíkur framferðarháttur tænir møguliga onkrum politiskum endamáli hjá landsstýrismanninum, men hevur als onki at gera við eina demokratiska hoyringstilgongd. Tað sigur seg sjálvt, at álitið á landsstýrismannin og fyrisiting hansara eftir hesa tilgongdina kann liggja á einum rættuliga lítlum stað.
Bóndafelagið kann somuleiðis staðfesta, at onki av teimum sjónarmiðum felagið hevur ført fram fyri landsstýrismannin, hevur vunnið frama í lógaruppskotinum. Hinvegin sæst, at nøkur teirra hava verið loftað og vend á høvdið, og á tann hátt fingið beint tann øvugta týdningin. Eitt dømi um hetta var ynskið hjá felagnum um, at ferðavinnan eigur at vera lokalt forankrað. Hesum hevur landsstýrismaðurin vent á høvdið, við at øll ræðisrættindi skulu takast frá jørðini, og heimildirnar flytast til landsstýrismannin at stýra gjøgnum kunngerðir.
Um innihaldið og nakrar avleiðingar av lógaruppskotinum
Lógartekniskt er uppskotið serstakliga illa frágingið. Meira enn helvtin av ásetingunum hava til endamáls at gera inntriv í ymisk jarðarviðurskifti og raksturin av høgunum. Hetta sæst t.d. í § 17, har nakrar týdningarmiklar greinar í aðrari lóggávu, sum hevur til endamáls at regulera samstarvið millum hagar, verða settar úr gildi. Eisini eru ásetingar í lógini, sum í veruleikanum hoyra heima í eini náttúruverndarlóggávu. Sum onkur tók til á einum fundi um lógaruppskotið, so kann hámarksferðin fyri ferðslu eins væl ásetast í mvg-lógini, um leisturin frá hesum lógaruppskotinum skal fylgjast.
Uppskotið avtekur systematiskt allar forðingar ella avmarkingar fyri fríari ferðslu hjá ferðafólki allastaðni í landinum, við at taka allan reguleringsrætt frá teimum, sum nú hava ábyrgdina av jørðini. Í staðin rullar landsstýrismaðurin eitt risastórt bureaukratiskt apparat út, har hann ígjøgnum ikki minni enn 8 kunngerðir fær heimild til at regulera alt niður í smálutir. Kommunurnar fáa eina røð av kostnaðarmiklum uppgávum, meðan landsstýrismaðurin hevur tryggjað sær, altíð at hava seinasta orðið ígjøgnum sínar kunngerðarheimildir.
Lógaruppskotið ger tað somuleiðis ómøguligt at reka ta staðbundnu langsiktaðu ferðavinnuna, sum nú verður rikin í góðum samstarvi millum føroyskar ferðaveitarar og tey sum varða av jørðini. Tað sigur seg sjálvt, at ferðafólk í flestu førum ikki fara at velja fyriskipaðar túrar, tá tey hava lóggivnan rætt til at ganga allastaðni fyri 150 kr. Harvið missa festarar og jarðaránarar møguleikan fyri at reka sjálvstøðuga ferðavinnu í egnum haga, eins og føroyskir ferðaleiðarar og minni ferðavinnufyritøkur missa størstapartin av grundarlagnum fyri teirra virksemi. Í staðin verður tað frítt hjá útlendskum ferðaskrivstovum at skipa fyri túrum í føroysku náttúruni, við útlendskum ferðaleiðarum. Landsstýrismaðurin fer samstundis so langt, at skuldi tað kortini verið onkur hagi, sum ger eina roynd at halda fram við ferðavinnuvirkseminum, so kann hetta bara gerast eftir sonevndum standardsáttmála, sum landsstýrismaðurin skal lata gera. Avleiðingin av slíkari hópferðavinnu verður sjálvandi ein vanlukka fyri nát
túruna, eins og tað mesta av heiðafuglinum verður oytt. Somuleiðis verður munandi truplari at fáast við seyð, tí bitið verður munandi minni eins og seyðurin ongantíð fær frið fyri fólki. Tey føgru orðini í almennu viðmerkingunum um, at ferðavinnan skal blíva eitt týðandi búskaparligt íkast, og at náttúran skal verjast eru tí í besta føri tilvitað ósannindi. Tí tey einastu, sum fáa fyrimun av lógaruppskotinum eru útlendskar ferðaskrivstovur, stór føroyskum flutningsfeløg og hotel- og matstovuvinnan.
Revsiásetingarnar í § 16 kriminalisera øll, ið ikki akta harraboðini sum lógin heimilar. Farið verður so langt, at fólk eisini kunnu revsast um okkurt ferðafólk følir, at okkurt skelti skal hava gjørt seg inn á teirra sálarheilsu, sum skrivað er í viðmerkingunum til § 12. Harafturat gevur § 16 landsstýrismanninum heimild til at gera revsiásetingar í øllum reglum, sum hava heimild í lógini. Hetta letur ongan iva vera um, at landsstýrismaðurin hevur gjørt sær stóran ómak fyri at tryggja sær løgfrøðilig amboð til at gera enda á allari lokalari mótstøðu ímóti lóggávuni.
Ein onnur avleiðing av lógaruppskotinum verður, at tað sum frálíður gerst ómøguligt at røkja hagarnar. Øll fáa ein lógartryggjaðan rætt til at ganga allastaðni, og við m.a. heimildunum í §§ 9, 11 og 12 hevur landsstýrismaðurin frátikið høgunum flestu amboð til at at fyriskipa tann dagliga raksturin av høgunum. Sum frálíður fer hetta at oyða alla siðbundnu mentanina knýtt at jørðini, tí tað sum frálíður gerst sera tvørligt at røkja hagarnar. Sostatt hevur uppskotið eisini sera negativ árin á bygdalívið og trivnaðin har, og er harvið beinleiðis mentanaroyðandi. Samstundis er tað ikki sørt margháttligt, at landsstýrismaðurin tosar um, at ”bygdin” skal hava 25% av tí ætlaða ferðavinnugjaldinum á 150 kr. fyri hvørt ferðafólk. Í verandi lóggávu merkir ”bygdin” tað samlaða markatalið í bygdini, men eisini her hevur landsstýrismaðurin í §§ 2 og 14 umdefinerað verandi lóggávu til nakað, sum ongin kennir nakað til, ella hevur nakað ynski um.
Óvist av hvørjari orsøk, so hevur landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara valt at brúka hetta uppskotið til ferðavinnulóg til at allýsa munin millum innangarðs- og uttangarðs. Hetta eru aldargomul hugtøk, sum ikki eru definerað í nakrari lóggávu. Tí er tað lógartekniskt burturvið at gera hetta í eini ferðavinnulóg, í staðin fyri landbúnaðarlóggávu. Somuleiðis er tað eitt stórt inntriv í tey umsetiligu festibrøvini, í eini ferðavinnulóg at allýsa festarar sum brúkarar. Eisini hetta er sera vánaligur lógarteknikkur, tí slíkt hoyrir sjálvandi heima í landbúnaðarlóggávuni. Somuleiðis hoyrir almannarættur heima í eini stjórnarskipanarlóg, og ikki í § 3 í eini ferðavinnulóggávu.
Nógvar andsagnir
Lógaruppskotið er fult í andsagnum ímillum sjálvar lógargreinirnar og serligu viðmerkingarnar øðrumegin, og almennu viðmerkingarnar hinumegin. Størsta andsøgnin er sjálvandi navnið á lógini, “burðardygg ferðavinna”, tí hetta lógaruppskotið er so langt frá at vera burðardygt, sum hugsast kann. Uppskotið er ikki fíggjarligt burðardygt, tí alt landið verður lagt opið fyri ferðafólki fyri einans 150 kr. fyri hvønn. Uppskotið er heldur ikki burðardygt fyri hvørki náttúru ella fuglalív, tí tað elvir til eina hópferðavinnu, sum merkir róvdrift uppá føroysku náttúruna. Og ætlanin um at fáa so nógv ferðafólk sum gjørligt til Føroya, merkir sjálvandi eisini eitt størri útlát av vakstarshúsgassum.
Í kap. 2.3 í almennu viðmerkingjunum verður sagt, at uppskotið kann føra til, at landbúnaðurin fær týðandi inntøkur burturúr ferðavinnuni. Hetta er beinleiðis ósatt, tí uppskotið ger av við stórt sæð allar líkinda møguleikar hjá landbúnaðinum til at luttaka í ferðavinnuni. Somuleiðis verður sagt, at “vinnuligt virksemi á útoyggj og í útjaðaranum annars við vælskipaðari ferðavinnu úti um landið kann økjast og skapa lív og trivnað.” Eisini hetta er ósatt, tí ferðafólk fara sjálvandi ikki at gjalda fyri gongutúrar á staðnum, nú tey kunnu ganga frítt allastaðni fyri 150 kr. Um tey kortini fara at gjalda, verður tað til hotellini har tey búgva, sum áður hava selt teirra gestum túrar við matpakka úti í náttúruni. Bygdafólkið kann møguliga sleppa at selja kaffi og vaflur, væl at merkja um landsstýrismaðurin góðkennir hetta.
Orðingarnar í kap. 2.4 um avleiðingarnar fyri náttúruna eru ein beinleiðis provokatión. Við at taka allar reguleringsmøguleikar frá frá teimum, sum varða av og brúka jørðina, verður skaptur ein risastórur trupulleiki. Loysnin hjá landsstýrismanninum er meira bureaukrati, har hann sjálvur tekur allar endaligu avgerðirnar. Men hevði hann latið tey sum varða av jørðini saman við ferðaleiðarum fingið frið til at skipa síni viðurskifti sjálvi, bleiv trupulleikin loystur av sær sjálvum.
Tað gevur eisini at bíta, tá tað í kap. 2.5 verður sagt, at “Fyri útjaðaraøki, har tað er trupult at fáa fólk at støðast, er ferðavinnan tí eitt gott høvi at fáa vinnuligt virksemi á staðnum. Samstundis kann ferðavinnan verða eitt gott ískoyti til landbúnaðin á staðnum, við tað at ferðavinna og landbúnaður eyðsæð kunnu fáa gagn hvør av øðrum. Í ferðavinnu starvast vanliga lutfalsliga nógvar kvinnur, og hetta kann vera ein fyrimunur, tá ið ræður um útjaðaramenning.” Lógaruppskotið hevur beint tað øvugtu avleiðingina, tí inntøkurnar av ferðavinnuni verða fluttar úr lokaløkjunum til hotelvinnuna, stóru flutningsfeløgini og útlendskar ferðaskrivstovur.
Ein rúgva av øðrum dømum um andsagnir eru eisini, um uppskotið verður nærlisið.
Samanumtikið
Bóndafelag Føroya hevur ilt við at skilja, hví tað er so týdningarmikið fyri landsstýrismannin bæði at steðga tí staðbundnu ferðavinnuni í Føroyum eins og at forða fyri at bóndur og jarðareigarar kunnu gerast partur av ferðavinnuni. Lógarteksturin, sum nú liggur á borðinum, letur tó ongan iva verða um ætlaninar. Tað er samstundis greitt, at landsstýrismaðurin vil gera alt tað hann er mentur til at trýsta lógaruppskotið ígjøgnum politisku skipanina, har tey flestu atfinningarsomu hoyringssvarini verða sópað av borðinum.
Bóndafelagið vónar kortini, at politiska skipanin er somikið at sær komin, at hetta uppskotið ikki verður kroyst ígjøgnum. Tì negativu avleiðingarnar fyri bæði samfelag, vinnulív og náttúru- og fuglalív verða so stórar, at tær verða ein vanlukka fyri Føroyar.
Bóndafelag Føroya
Sigert Patursson Formaður