Lýsing
Lýsing
Lýsing
Filmandi ferðamaðurin fýlist á, at tað skal vera so óhøgligt at tøma sær magasekkin uttandura í Føroyum. Ferðamaðurin á myndini vísir honum, hvussu hann plagar at gera. Í baksýni sæst Tindhólmur.

Burðardygg gagnnýtsla av ferðamannatrekki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.02.2024 - 16:32 Mentan Tíðindi Vinna

Á alnótini finnast video, har ferðafólk vegleiða um, hvussu ein best loysir sær brøkurnar í føroysku náttúruni. Við einum ferili av hegni og betri skipan kann ferðafólkaskarnið gerast eitt tilfeingi, ið kann spara nógvar útreiðslur til kunsttøð.

 

 

Nú latið verður upp fyri, at talið av ferðafólki skal fleirfaldast, fer hetta at ávirka økoskipanir í føroysku náttúruni skeiva vegin. Kríatúr og fuglalív má víkja, og við einum sindri av skili fyri lívfrøði ber til at rokna út, at munandi minni av natúrligari taðing av jørðini fer at verða úrslitið. Landsstýrið hevur neyvan ráð og vilja til hóskandi wc-infrastruktur kring landið. 

Her hava fyrilitissom ferðafólk longu sýnt vegin. Tey greiða í lýsandi vendingum í video frá, hvussu teimum er eydnast at hjálpa sær sjálvum aftanfyri klettar í Guðs føgru náttúru, og hetta kann sjálvsagt eisini gerast handan ein bøkk, í eini krógv ella mitt á einum bøi.

Fingu vit sett hetta betur í system, kundu vit gagnnýtt økta mannatrekkin frá ferðafólki, sum vit vita er í væntu, til at viga upp fyri gamaldags og minkandi mykjuni frá víkjandi neytunum, seyðinum og fuglinum. Visit Faroe Islands kundi lýst við Guano Tours til Føroya, Atlantsflog kundi borðreitt við káli og sviskum umborð, og so kunnu frálíku komandi ferðavinnuætlanirnar nýtast til at kortleggja, hvar í náttúruni størstar áneyðir eru á taðing júst tá.

Fyri at fólk ikki skulu freistast at loysa sær brøkurnar í brattlendi, handan klettar ella í fjøruni, har tað er grýtut og tí ikki fellir í góða jørð, kundu tey til dømis við at framvísa eina mynd av sær húkandi á grønari grund fingið eitt ”Meira av tí góða”-gávukort ella nøkur súlustig afturfyri ómakin. Ferðaleiðarin úr Havn kann so vátta undir revsiábygd, at viðkomandi ferðafólk veruliga hevur taðað lendið.

 

Kelda og fult video: https://www.youtube.com/watch?v=u77rGACicNY

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum