Búskaparfrøðin stuðlar ikki VFI ella vinnumálaráðharranum
Búskaparfrøðingarnir Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen, sáli, eru diametralt ósamdir við Visit Faroe Islands og landsstýrismannin í landbúnaðarmálum. Jóannes Jacobsen, sáli, skrivaði, at tað ikki eru tænasturnar við kaffi og pannukøkum, útlendsku ferðafólkini koma eftir, men náttúruni.
Tað er tí fyrst og fremst atgongdini til náttúruna, ferðafólkini eiga at gjalda fyri, meðan tænasturnar eru sekundérar. Vilja ferðafólk vitja í føroysku náttúruni, skulu tey gjalda fyri tað, meðan tey sjálvi mugu um, hvørt tey vilja hava skipaðar útferðir omaná ella ikki. Landið eigur ikki at ”stýra” ferðafólkunum til at velja tænastur omaná náttúruatgongdina.
Jóannes Jacobsen skrivaði tann 16. oktober í 2020, at ”Umboðið fyri Visit Faroe Islands tykist ikki hava skilt, hvat føroysk ferðavinna handlar um, tá hann sum dømi um gjald, útlendsk ferðandi í Føroyum rinda fyri atgongd til føroysku náttúruna, sigur, at: "Bara fyri at ganga hesar hesar her relativt stuttu túrarnar [Mykinesar, Drangarnar, Trælanípuna og Saksun] hava tey [ein familja upp á 4] longu betalt 4 túsund krónur sum familja, og tá er eingin tænasta uppií."
Grundsúlan undir føroysku ferðavinnuni er - sum Bill Justinussen segði - at "fólk úr allari verðini streyma til fyri at síggja náttúruna og vilja sleppa út á ytstu punkt í Føroyum". Tað vil siga, at tað er sjálv atgongdin til at ganga í náttúruni, sum er tænastan, føroyska ferðavinnan hevur at bjóða, og sum risastórur eftirspurningur er eftir. Dýrar pannukøkur og koppar av kaffi afturvið er ikki tað, týsk ferðandi koma her til.
Tað er tí lítið skilagott - serliga frá einum umboði fyri almennu føroysku ferðavinnuna - at mæla til, at ferðafólk ikki skulu gjalda fyri ta tænastuna, tey koma til Føroya fyri at fáa. Tvørturímóti má tað vera høvuðsuppgávan at finna prísir fyri tænastuna (atgongd til ymsu náttúruperlurnar), eftirspurningur er eftir at vitja, soleiðis at 1) túratalið til hvørt einstakt øki kemur á eitt støði, sum ítøkiliga økið kann bera 2) tey, sum eiga/umsita økið, forvinna so nógvan pening sum gjørligt burtur úr at selja atgongd til økið."
Kelda: https://kvf.fo/dv?sid=114837