Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kristina Bærendsen á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.03.2024 - 15:29 Mentan Tíðindi

Countrysongkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, hevur konsert á Summar Festivalinum í august

 

 

Kristina Bærendsen verður við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august mánaði.

Dugnaliga føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, fer at hava konsert saman við bólki sínum á landsins størsta tónleikatiltaki.

Kristina Bærendsen hevur sungið og framført, síðani hon var ung genta. Hon gjørdist veruliga landskend, tá ið hon fór at framføra saman við countrykonginum Halli Joensen, og eftir at hon hevði givið fløgu út í 2012, fann hon flogið sum solistur.

Kristina hevur serliga sungið country, men eisini gospel og popp, og bæði á útgávum og konsertum hevur hon verið sannførandi. Í fjør átti hon ein av mest spældu føroysku sangunum, "Mister Wrong", sum var ein av finalistunum til at verða Ársins útvarpshitt.

Kristina Bærendsen fer at spæla kendar sangir hjá sær og onkrar nýggjar, tá ið hon hevur framførslu á Summar Festivalinum, ið verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rigga til framsýningina
Felags­konsert í Fríðriks­kirkjuni sunnuda…
Mjølnir: Móttøka í Badminton­høllini
Mjølnir steypavinnari eftir fimmsettara…
KÍ vann stórsigur í Vági
Mjølnir kvinnur eru steypavinnarar
List í barnahædd
Loppu­marknaður í KÍ høllini
Framúr framsýning í Varpinum
Sangløta í Betesda leygarkvøldið kl 20
Upptakt: FC Suðuroy-KÍ
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Flaggdagshald í Vágstúni
Video: Ein partur av Kvøldskúla­framsýnin…
Fípan Fagra flotað
Føðingardagshald í Skálkur Klaksvík
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua sam…
Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogból…
Ummæli: 'Bakka' ein heimildarfilmur um B…
Flaggdagshald í Vágstúni