Nær síggjast úrslit av allari ferðingini?
Føroysku landsstýrisfólkini ferðast nógv, og tað kann vera gott og neyðugt í førum, meðan tað til aðrar tíðir sær út til bert at hava verið stuttleikaferðir. Ikki færri enn tríggjar ferðir í nýggjari tíð hevur Landsstýrið verið í India og vitjað, men hóast tað verður sagt at verða fyri at betra um marknaðaratgongdina hjá føroysku vinnuni, so rópar Vinnuhúsið nú varskó um, at vit verða yvirhálað við fleiri longdum av bæði Íslandi og Noregi, tá ið tað kemur til marknaðaratgongd í júst India. Samstundis yvirhálar Grønland okkum í ES-samstarvi.
Føroysk ferðaløg í almennari tænastu eru ikki nakar sjáldsamur fuglur á indisku flogvøllunum. Miðskeiðis í áttatiárunum fór eitt ferðalag við táverandi javnaðarløgmanni Atla Dam á odda til India. Lítið spurdist burturúr, og í 2006 gjørdi javnaðarløgmaður so aftur – tá æt hann Jóannes Eidesgaard – og eitt stórt ferðalag upp á umleið 30 fólk saman við honum enn eina ferð til India.
Tað var eftir øllum at døma heldur ikki nóg gott, so í fjør skipaði so tann triði mannligi løgmaðurin fyri Javnaðarflokkin seinastu 40 árini – nú eitur hann Aksel Vilhelmsson Johannesen – fyri enn einum túri til India. Og enn eina ferð skuldi ferðin eitast fyri at lata hurðar upp, skapa nýggj sambond, nýggj vinarløg og alt hitt, sum vanliga verður sagt.
Men í dag kann føroyska Vinnuhúsið so bara konstatera, at hóast drúgva, dýra og títta ferðing úr Føroyum til India og aftur, so gerast vit bara ein uppaftur størri eftirbátur enn áður í mun til grannalondini, tí Ísland og Noreg sleppa í næstum undan tollforðingunum millum londini bæði og India, meðan allar tollforðingar millum Føroyar og India standa við.
Hetta skurrar. Var tað so, at øll hendan ferðingin aftur og fram hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum loysti seg samfelagsliga, so var tað sín søk, men okkum fattast framvegis at síggja úrslit. Tað er sjálvandi stuttligt at fara túrar til India, Grønlands og Kina, til ráðstevnu í Dubai, til virðislønahandanir í Oslo ella á ráðstevnu í New York, fyri bara at nevna 6 av teimum seinastu túrunum hjá sitandi landsstýrismanning (teir hava verið fleiri enn tað í tali), men okkurt eigur og má spyrjast burturúr; tað skyldar Landsstýrið Føroya fólki.
Landsstýrið hevur eisini millum annað lovað at skapa okkara vinnu betri treytir aðrastaðni sum kompensatión fyri at minka munandi um sambondini við Russland. Til dømis gingu Føroyar bretska ynskinum á møti um at útihýsa russum úr felagsøkinum hjá Føroyum og Bretlandi, og so skuldi ein trúð, at Føroyar fingu nakrar sømdir hin vegin, eitt nú atgongd til at fiska makrel í bretskum øki. Men har harta bæði samgongu- og andstøðuumboð fiskimálaráðharran fyri at hava telvað alt ov illa, so tað hava vit í øllum førum eina breiða semju um.
Føroyar og Grønland hava júst havt vitjan av Ursulu von der Leyen, forkvinnuni í ES-nevndini – ein vitjan sum kom í lag á eini av mongu ferðunum hjá løgmanni – men har spurdist bara eitt óbindandi semjuskjal burturúr til okkara, meðan Grønland telvaði seg til avtalur fyri 94 mió. € og eina ES-skrivstovu í Nuuk. Tað er kolonormur munur á, hvørjari vitjan meira spurdist burturúr fyri fólkið.
Vit síggja sostatt Ísland og Noreg yvirhála okkum umvegis EFTA og Grønland yvirhála okkum viðvíkjandi ES, meðan hjólini her heima mala nógv spakuligari. Hvørjar orsakirnar eru, kunnu tað vera fleiri meiningar um, men tað er í øllum førum ikki tí at okkara Landsstýri hevur ferðast ov lítið.