Lýsing
Lýsing
Lýsing
Formaðurin í Óðalsfelagnum var stórliga skuffaður av uppskotinum, tá ið tað varð lagt fram fyrstu ferð 26. januar | Mynd: kvf.fo

Nú kemur umstrídda lógaruppskotið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2024 - 16:48 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Lagt er veruliga í pottin til heitt kjak í Løgtinginum, nú uppskotið um gongd í haga ella burðardygga ferðavinnu kemur til viðgerðar á tingi týsdagin 19. mars. At nógvar og sterkar meiningar eru um uppskotið sæst millum annað av, at beint undir 100 (!) hoyringarsvar eru komin inn til uppskotið.

 

 

Av teimum 97 fylgiskjølunum eru 95 hoyringarsvar. 20 av hoyringarsvarunum koma frá kommunum, 4 ferðaskrivstovur (Visit-) hava ummælt, tríggjar teirra við felags skrivi, hagapartar og hagastýri úr ymiskum økjum standa fyri 9 hoyringarsvarum, 5 frá aðalráðum, 10 frá felagsskapum, og so kemur restin frá fyritøkum og privatpersónum. Lógaruppskotið má tí sigast at hava rakt sera breitt í føroyska samfelagnum.

Tað hava teir mongu fundirnir um evnið seinastu tíðina eisini undirstrikað, eins og kjaksendingar, blaðgreinar, lesarabrøv og ikki minst nógva skrivingin á internetinum. Nú er tíðin so komin til, at Føroya Løgting skal skera ígjøgnum.

Serliga bøndurnir hava verið lítið álvuligir við uppskotið, men eisini ferðavinnan rópar varskó. Eitt nú sigur Ferðavinnufelagið, at avgjaldið upp á 150 kr. fer at gera føroyska avgjaldið til tað hægsta í Europa og tað fer at styggja ferðafólk burtur, sigur Ferðavinnufelagið í sínum hoyringarsvari. Her kann leggjast afturat, at síðani tá er gjaldið sett enn longur upp.

Tingfundurin týsdagin 19. mars byrjar klokkan 10, og málið um burðardygga ferðavinnu er nummar 6 á dagsskránni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum