Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið vitjan av Stjórnarskrivstovuni

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  22.03.2024 - 18:32 Mentan Tíðindi

Nýggju damur á Stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu høvdu sett sær fyri at skipa ein damutúri til Klaksvíkar í dag.

Tær vildu sleppa at síggja henda áhugaverda býin, sum tær høvdu hoyrt so nógv um, tóku tær skemtandi til.

Fyrst lá leiðin til Kafé Fríðu at fáa ein bita á miðdegi. Síðani fingu tær eina kunning og rundferð inni á nýggja og spennandi Varpinum. Teimum dámdu væl og vóru hugtiknar av stásiliga húsinum.

Síðani skuldi býurin kannast nærri við m.a. at støkka inn á gólvið hjá gamla Seglhúsinum at síggja listaframsýningina hjá Hans Paula Olsen har. Ikki minst skuldu mongu áhugaverdu handlarnir í Klaksvík eisini kannast nærri.

Dagurin skuldi so enda við einum betri bita av serligu pizzaini hjá Karlsá Heimablídni.

Stjórnarskrivstovan hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir við øllum kommunalum virksemi.

Magnus Dam er leiðari á Stjórnarskrivstovuni. Afturat honum eru tíggju starvsfólk, ein løgfrøðingur, tvey samskiftisfólk og seks skrivstovufólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing