Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Í dag tekur KÍ felagsvenjingina uppaftur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.03.2024 - 09:56 Ítrottur Tíðindi

KÍ-leikararnir hava havt frí frá felagsvenjingum síðani B36-dystin.

Tá landsliðssteðgur er, so taka liðini ofta frí í nakrar dagar. Eisini er vanligt, at útlendskir venjarar og leikarar fara at vita heimlandið í nakrar dagar. Vit sóu m.a. í 2-2 venjingardystinum millum NSÍ-B36 fríggjakvøldið, at liðini høvdu bara ein útlending við í part.

Tá KÍ er FM-vinnari, so liggur longu greitt, at í summar skal liðið spæla í minsta lagið fýra altjóða dystir og tað merkir, at liðið fær onga summarfrí. Tí er tað hesin landsliðssteðgurin og landsliðssteðgurin fyrst í juni sum er til at taka, um venjarar og leikarar skulu hava frí í nakrar fylgjandi dagar. Í hesum umfarinum hevur KÍ-hópurin havt frí frá felagsvenjingum í eina viku. Venjingin byrjar aftur í dag. Komandi dystur er í Klaksvík 2. páskadag kl. 15.00 móti NSÍ.

 


KÍ-venjarin segði soleiðis við Norðlýsið eftir B36-dystin:

Landsliðssteðgur

Nú er landsliðssteðgur og tað ger, at KÍ-venjarin gevur sínum leikarum frí í nakrar dagar. M.a. fyri a fáa mentalt yvirskot til eitt langt kappingarár.

- Nakrir fara við landsliðum. Hinir taka frí í nakrar dagar, tí vit mugu hava mental yvirskot til eitt langt kappingarár. Síðani fáa leikararnir programmir at venja eftir, og so hava vit nakrar av teimum yngru, sum koma at venja við 1.deild, sigur Haakon Lunov.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing