Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  |  25.03.2024 - 17:39 Tíðindaskriv

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag – 21.03.24 - avgerð um, at seta Sæunn Lamhauge Nolsøe í starvið sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu.

 

Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst í januar, og tá umsóknarfreistin var farin 25. februar, vóru 9 umsøkjarar til starvið.

Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir, so sum økis- og deildarstjóri innan bankavinnuna í Føroyum og sum samskiftisstjóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.

Uppgávan sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runavíkar kommunu, beint undir borgar­stjóranum.

Víddin í Runavíkar kommunu er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Í miðfyri­sitingini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvsfólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og á stovnum, sum kommunan varðar av.

Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast tilber.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing