Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjónleikarafelagið: Norðoyastevnuteitið og skemtileikur á veg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2024 - 05:24 Mentan Tíðindi

Um tú gongur við einum sjónleikarar, tøkningi, bakara, seymikonu/manni, ella øðrum handaligum, fyriskipanarligum ella kreativum kreftum í búkinum, so hevur tú møguleika at royna teg í Klaksvíkar sjónleikarafelag. Ver vælkomin!


Leygardagin 18.03.2024 var aðalfundur í áhugafelagnum – Klaksvíkar sjónleikarafelag og nýggj nevnd var vald. Av fimm nevndarlimum eru tvey nývald í nevndina. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Súsanna Olsen, forfólk
  • Eliana Svøðstein, varaforfólk (nývald)
  • Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, kassameistari
  • Marjun Kalsø, nevndarlimur
  • Stefan á Smið, nevndarlimur (nývaldur)

Tiltakslimir eru:

  • Liljan Køtlum
  • Høgni Louisson

 

Í fjør varð nýggj nevnd vald í Klaksvíkar sjónleikarafelag og hevur nevndin arbeitt við at fáa allar fyrisitingarligar uppgávur uppá pláss. Klaksvíkar sjónleikarafelag húsast á loftinum í Spinnarínum og eru ymisk hølisviðurskifti, sum skulu fáast í rættlag fyri at hølini kunnu nýtast optimalt. Summi viðurskifti krevja stórar ábøtur – eitt nú útluftingarskipan. Eisini eru uppgávur, ið vit sjálvi fara í holt við – som sum at skilja og skipa klædnaskápi, fáa skil á ljóð- og ljósútgerð, gjøgnumganga rekvisittir v.m.

Í hesum sambandi hevur felagið valt at hava opið á loftinum í Spinnarínum hóskvøld frá kl. 19:00 – 21:00 har øll eru hjartaliga vælkomin at hjálpa til við ymiskum. Fyrsta kvøldið verður longu 4. Apríl, og øll eru vælkomin. Vit hugna sjálvandi um við kaffi, te og onkrum afturvið

 

Norðoystevnuteitið

Fyrireikingar til Norðoyastevnuteitið 2024 eru farnar í gongd og nógv stuttligt tilfar er komið inn. Noomi Reinert, sum hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og leikstjóri, kemur at leikstjórna og leggja okkum lag á. Avgerð er tikin um at spæla undan Norðoyastevnu, soleiðis at øll koma í rættan Norðoyastevnuhýr, og fara vit at hava seinastu sýning leygarkvøldið á Norðoyastevnu.

 

Skemtileikur á breddan

Á heysti 2025 er ætlanin at framføra ein stóran leik – ein klassikara av einum skemtileiki. Skemtileikir hevur verið tað, sum leikararnir í Klaksvíkar sjónleikarafelag hava elskað at framført fyri eini fjøld, sum hungrar eftir at hava tað stuttligt saman. Ætlanin er at framføra leikin í okkara stásiliga mentanarhúsi Varpið. Til ein slíkan stórleik krevst drúgv fyrireiking við loyvum, fígging og nógvari orku á fleiri økjum. Vit vóna tí, at møtt verður fjølment til teitið, at fólk koma inn á gólvið og annars stuðla eftir førimuni. Kom við.

Vit ynskja at seta við, og miða tí eftir at hava skipa virksemi til okkara unga ættarlið. Hettar hevur alstóran týdning, um sjónleiki og mentanini skal vera lívi laga! Um vit skulu røkka hesum máli, er fyrst og fremst neyðugt, at hølisumstøðurnar verða betur, soleiðis at tað ber til at venja, spæla og hugna sær í hølunum. Um tú gongur við einum sjónleikarar, tøkningi, bakara, seymikonu/manni, ella øðrum handaligum, fyriskipanarligum ella kreativum kreftum í búkinum, so hevur tú møguleika at royna teg í Klaksvíkar sjónleikarafelag. Ver vælkomin!

 

Við sjónleikarakvøðu

Nevndin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing