Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi landsstevna 19. - 21. apríl

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2024 - 11:04 Tíðindi

Vikuskiftið 19. – 21. apríl savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið til árligu Landsstevnuna í Leguhúsinum í Nesvík.

 

Landsstevnan var fyrstu ferð í 1957 og hevur verið øll árini síðani, burtursæð frá tveimum árum vegna koronu.

Á stevnuni verður, millum annað, tosað um arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum, millum sjófólkið og á Ørkini í Reykjavík.

Á skránni verða eisini talur, samtalur, felagssangur, kórsangur, duett, áhugatími, gudstænasta, burturluting,… og hugni.

Sjómenn koma at gera góðan mat og tæna við borðini.

Hóast stevnan er fyri sjómanskvinnuringarnar, eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum, vælkomnar á stevnu.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. apríl, hjá staðbundnu forkvinnuni, HM-skrivstovuni tel. 470000 ella á tel. 229024.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG